Nólsoyarsvimjingin 2008

Motiónistar, kappsvimjarar og svimjiáhugaði annars.

11 árið á rað verður skipað fyri stuðulssvimjing til Nólsoyar, til frama fyri svimjihyl í Nólsoy, leygardagin tann 16. august kl 16:00.

Í ár verða tveir teinar at svimja.

1. Tann vanliga, har vit byrja niðanfyri hjá radioamatørunum. Teinurin er 4000 metrar til Nólsoyarbygd.
2. Hin teinurin er 1000 metrar, har byrjað verður frá báti, ið liggur úti fyri bygdini.

Á báðum teinum er høvuðsvinningurin ein flogferð við Atlantic Airways.

Øll møtast hjá radioamatørunum kl. 15.00.

Klokkan 16.00 leypa tey, ið svimja 4000 m, á bláman yviri við Strond við Stóradam, niðanfyri hjá radioamatørunum.

Tey, ið svimja 1000, fara samstundis í bátarnar og sigla til startmálið 1000m úr Nólsoyar bygd, har tey byrja svimjingina kl 17.00

Málið hjá báðum bólkum er Heiðursportrið niðri á keiini í Nolsoy.

Kemur tú á land aðrastaðni, mást tú renna seinasta teinin.

Samarittar eru við á ferðini um fjørðin, at ansa eftir tær.

Nólsoyingar taka ímóti og hjálpa tær upp á land.

Tú skalt fáa til vega:

1. Froskmanna- ella triatlonbúna.
2. Bát at fylgja tær. Seksmannfar ella størri og minst tvey vaksin við.
3. Báturin skal hava VHF.
4. Hampuliga venjing.

Tilmelding á 583273

Tilmeldingargjaldið er 100,00 kr. fyri longra teinin og 50 kr. fyri styttra.

Tað skal gjaldast á konto 6460- 1593767, merkt Stuðulsnevndin.

Til ber eisini at melda til á startmálinum:

Samskiparar:
Jákupi av Skarði
Erlendur Simonsen
Evald Rasmussen 583273

teldupostur: evaras [kurla] kallnet.fo

Stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.