Rebeca Gusmao aftur tikin fyri doping

Brasilska Rebeca Gusmao varð fyri nøkrum mánaðum síðani útilokað frá allari svimjing í tvey ár vegna at hava dopað seg við testosteron (mannligt kynshormon) runt Pan American Games í Rio de Janeiro í 2007, og fær nú sambært The Canadian Press enn ein tvey ára dóm vegna doping við sama evni í 2006. Hon er enn í ferð við at kæra fyrsta dómin, men verður nú mest sannlíkt útilokað frá svimjing med alla.

Ger viðmerking