“The Morning Swim Show” sæst nú á blip.tv

SwimmingWorld Magazine hevur nú í eina tíð lagt út regluligar sjónvarpssendingar á sínari heimasíðu, við tíðindum og øðrum innsløgum um serliga amerikanska svimjing. Har skuldi man fyrst taka niður sendingarnar og so hyggja við t.d. Windows Media Player; men nú síggi eg at tað ber til at hyggja á blip.tv eisini. Og harvið leggja beinleiðis inn á heimasíður sum hesa. Her niðanfyri er sendingin frá í morgun, har tey m.a. tosa við krabbameinsrakta Eric Shanteau:

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.