Fyribils startlisti til EJM 2008

Ein fyribils startlisti er nú at síggja her á swimrankings.net, sum tó ikki er fullfíggjaður enn. Hann umfatar nevniliga bara tey sum hava meldað til við skipanini á swimrankings.net, og tað hava til dømis føroyingarnir ikki gjørt. Tí eru Pál og Kári ikki á listanum, og sikkurt onnur við. Men hann gevur eina hóming av kappingini sum Pál og Kári eru uppi ímóti.

Her eru bestu tilmeldingar í teimum greinum sum Pál og Kári luttaka í. Eg listi líka bestu tíðir upp hjá Pál og Kára, so at vit betur síggja hvussu okkara støði er í mun til teirra; men gevið gætur at tíðirnar hjá Kára eru rættiliga gamlar eftirhondini (frá EJM í Antwerpen, síðsta summar), og at Kári hevur betrað seg nógv á stuttum hyli síðani tá. Allar føroysku tilmeldingartíðirnar eru føroysk met:

50 rygg – Kári J. á Høvdanum (FAR) 28.46

  1. Adam Maczewski (POL) 26.08
  2. Artem Dubovskoy (RUS) 26.17
  3. Stefanu Mauro Pizzamiglio (ITA) 26.33

100 rygg – Kári J. á Høvdanum (FAR) 1:00.95

  1. Christopher Walker-Hebborn (GBR) 55.61
  2. Artem Dubovskoy (RUS) 56.34
  3. Gabor Balog (HUN) 56.42

200 rygg – Kári J. á Høvdanum (FAR) 2:14.10

  1. Gabor Balog (HUN) 1:59.00
  2. Christopher Walker-Hebborn (GBR) 2:00.59
  3. Radoslaw Kawecki (POL) 2:00.72

400 frí – Pál Joensen (FAR) 3:54.50

  1. Alex di Giorgio (ITA) 3:53.19
  2. Krzystof Pielowski (POL) 3:53.66
  3. Raoul Shaw (FRA) 3:55.45

800 frí – Pál Joensen (FAR) 7:58.97

  1. Krzystof Pielowski (POL) 8:02.02
  2. Raoul Shaw (FRA) 8:04.71
  3. Pavel Medvetskiy (RUS) 8:04.93

1500 frí – Pál Joensen (FAR) 15:20.13

  1. Krzystof Pielowski (POL) 15:25.01
  2. Artem Podyakov (RUS) 15:26.56
  3. Raoul Shaw (FRA) 15.28.67

2 thoughts on “Fyribils startlisti til EJM 2008”

  1. Har manglar ein hvítarussi í 50 rygg (Pavel Sankovich, 29.93), umframt at teir báðir Maczewski og Dubovskoy hava býtt um pláss, sikkurt tí at tey 26.08 hjá Maczeski eru frá 2007.
    http://www.swimrankings.net/index.php?page=rankingDetail&rankingClubId=12903896&firstPlace=1

    Hartil manglar Daniil Izotov í 400 frí, sum annars á styrkismetingarlistanum hevði klárt bestu tíðina 3:51.81. Kanska tí at hann sum kunnugt skal til OL 1-2 vikur seinni… og vit føroyingar skulu ikki klaga, tí harvið hevur Pál betri kjans at koma á heiðursmerkjaskammilin. Izotov er russi, og við tað at aðrir russarar eru at finna á listanum, so er tað nokk ikki tí at teirra tilmeldingar eisini vænta, sum tær føroysku.
    http://www.swimrankings.net/index.php?page=rankingDetail&rankingClubId=12903714&firstPlace=1

  2. Tað kann lesast á heimasíðuni hjá evropeiska svimjisambandinum, http://www.lenweb.org, í dag. Og harvið eru møguleikarnir hjá Pál at vinna heiðursmerki í 400 frí knappliga nógv betri.

    The majority of the Monterrey World Junior Champions who are missing in the Serbian capital, are no longer eligible as the International Swimming Federation, FINA, and the European Swimming Federation, LEN, have different regulations concerning the age group categories. However, the Russian World Junior Champions Daniila Isotov (200m and 400m freestyle), Alexey Zinovyev (200m breaststroke) and Olga Detenyuk (200m breaststroke) are eligible but as members of the Russian Olympic team for Beijing have decided not to participate to concentrate on next month’s Olympic Games.

    LEN listar eisini upp at føroyingar eru tilmeldaðir, so phew… tað verður nokk í ordan allíkavæl, um enn vit ikki síggjast á fyribils startlistanum.

    The following 40 of the 51 LEN Member Countries have entered:
    AUT, BEL, BIH, BUL, BLR, CRO, CZE, DEN, ESP, EST, FAR, FIN, FRA, GBR, GER, GRE, HUN, IRL, ISL, ISR, ITA, LAT, LIE, LTU, LUX, MKD, MNE, NED, NOR, POL, POR, ROU, RUS, SLO, SRB, SUI, SVK, SWE, TUR, UKR.

Ger viðmerking