SwimNews, ARD og onnur avdúka kinesiska doping

Týska sjónvarpsrásin ARD vísti í gjár ein dokumentar um doping í Kina, her beint undan OL í Beijing, har tey avdúkaðu at tað er lætt at sleppa til bæði anabolska og ílegudoping í Kina, at kinesiska svimjilandsliðið brúkar venjarar sum fyrr hava fingið dopingdóm, og at fyrrverandi kinesiskir landsliðssvimjarar vórðu systematiskt dopaðir til OL í 1988 og 1992.

Lesið á SwimNews. Í stuttum er søgan tann, at ‘undercover’ journalistar hjá ARD fingu bjóðað 14 daga íleguviðgerð til ein uppfunnan amerikanskan svimjara fyri 24000 amerikanskar dollarar, frá einum kinesiskum sjúkrahúsi. Hartil kundu teir fáa fatur á onkrum enn ikki nóg væl testaðum anabolskum steroidi fyri 150 evrur pr 100 gram, sum annars vildi kostað einar 6000 evrur pr 100 gram í Evropa. Og teir fingu enntá ta heilsu frá kinverjum, at tað verður nógv lættari eftir OL, tá ið kinesiska stjórnin slækkar uppá reglurnar.

Hartil tosaðu teir við kinesisku Huang Xiaomin, sum vann silvur 200 bringusvimjing í Seoul í 1988, men sum nú býr í Suðurkorea. Hon fortaldi um hvussu eysturtýskarar lærdu kinverjar at dopa seg, og um hvussu hon á landsliðnum varð dopað við anabolskum steroidum, við álvarsligum fylgjum fyri heilsuna. Hon gjørdist nógv meira ‘mandig’, fekk djúpa rødd og risastórt adamsepli, og varð at enda so sjúk av dopingini, at hon summar dagar ikki orkaði at lyfta høvdið upp frá koddanum.

Og at enda er tað so hetta við kinesiska venjaranum sum sat á kantinum á HM í Manchester í apríl, hóast hon tvær ferðir hevur fingið dopingdóm fyri at hava verið uppí doping av svimjarum.

Ger viðmerking