Pál skjótari á DM enn vinnarin á HM fyri juniorar

Touché sportalurin og Jákup Mørk – eg yvirsá at “World Youth Championships” í Monterrey í Mexico eisini var fyri junior aldursbólkin hjá Pál. Tað vísir seg at vinnarin har í 800 frí hjá juniorum gjørdist Herman Heeren við tíðini 8:01.77, sum er næstan trý sekund spakuligari enn teir 7:58.97 hjá Pál í Gladsaxe herfyri.

Herman Heeren er suðurafrikani, og verður tí eingin trupulleiki á EJM í Beograd. Men hinvegin gjørdist Krzysztof Pielowski úr Póllandi nr 2 við tíðini 8:02.02, Raoul Shaw úr Fraklandi nr 3 við 8:04.71, og Pavel Medvetskiy úr Russlandi nr 4 við 8:04.93. Eitt fitt petti aftanfyri Pál, men tó so ikki so langt burtur at Pál kann taka tað fullkomiliga róligt.

Í 400 frí gjørdist 91-arin Danila Izotov úr Russlandi nr 1 við 3:51.81, italski Alex Di Giorgio nr 2 við 3:53.19, polski Krzysztof Pielowsky nr 3 við 3:53.66, og franski Raoul Shaw nr 4 við 3:55.45. Altso ein hørð kapping, har teir 3:54 hjá Pál ‘bara’ røkka til eitt fjórðapláss.

Úrslitini frá 1500 eru ikki heilt klár enn á hasari ‘live timingini’ hjá meksikanum, men sambært tíðindaskrivinum hjá teimum her, so varð Krzysztof Pielowski úr Póllandi nr 1 við 15:25.01, russiski Artem Podyakov nr 2 við 15:26.56 og franski Raoul Shaw nr 3 við 15:31.07. Pál liggur altso bara heilt væl fyri við sínum 15:20.13 frá Gladsaxe.

4 thoughts on “Pál skjótari á DM enn vinnarin á HM fyri juniorar”

Ger viðmerking