Amerikanskur bringusvimjari fer at luttaka á OL hóast krabbamein

Eric Shanteau fekk at vita beint áðrenn úttøkukappingina hjá USA herfyri, at hann hevur krabbamein í eistrunum, og skal opererast áðrenn alt ov leingi. Tey lovaðu honum tó at luttaka í úttøkukappingini, tí at kjansurin var so lítil fyri at hann fór at verða úttikin. Men nú er hann so við á liðinum, og mest sannlíkt verður operatiónin tí útsett til eftir OL í Beijing í august. Lesið her á SwimNews.

One thought on “Amerikanskur bringusvimjari fer at luttaka á OL hóast krabbamein”

  1. Læknarnir halda støðugt eygu við krabbameinið, og steðga honum so vælsaktans um tey ikki kunnu bíða longur. Lesið her á nbcolympics.com.

    Shanteau kvalifiseraði seg í 200 bringu, har stóra yvirraskilsið annars var at liðfelagin Brendan Hansen ikki kvalifiseraði seg.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.