Elspa nú offisielt á danska landsliðnum

Dimmalætting skrivar nú í fríggjadagsdimmuni, at Elspa í gjár fekk bræv frá danska svimjisambandinum, um at hon nú er tikin út til danska svimjilandsliðið. Tað sæst eisini her á heimasíðuni hjá danska svimjisambandinum, www.svoem.dk, at hon nú er partur av danska seniorbruttohópinum fyri 2008/2009. Ætlanin hjá hópinum sæst her, og umfatar m.a. venjingarlegu í suðurevropa í august, world cup stevnur í Stockholm og Berlin, EM á stuttbana í Kroatia í desember, venjingarlegu í Florida í januar, o.m.a.

One thought on “Elspa nú offisielt á danska landsliðnum”

  1. Til lukku Elspa, haldi tú ert alvorliga cool 🙂

    Annars syrgiligt at vit hoyra so lítið um hvussu gongur hjá Elspu. Hon hevur eisini fortjent uppmerksomheit, sjálvt um Pál klárar seg uppaftur betri enn hon ger í løtuni 🙂

Leave a Reply to HaldaCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.