Dara Torres til OL fyri USA, 41 ára gomul

Fyrst kvalifiseraði hon seg í 100 frí; og síðani valdi hon at velja ta greinina frá, tá ið hon eisini kvalifiseraði seg í 50 frí. Enntá við betring av sínum egna amerikanska 50 metra langbana meti, frá 24.53 yvir 24.38 í hálvfinaluni til 24.25 í finaluni, har Lara Jackson eina løtu tók metið frá henni í innleiðandi við 24.50. Heimsmetið hjá Libby Trickett er 23.97, so Torres er væl á veg, nú hon hevur skorið 28 hundraðpartar av muninum, og tí bara hevur 28 eftir. Torres setti amerikanskt met fyrstu ferð sum 15 ára gomul, hevur sett heimsmet tríggjar ferðir, og fer nú at hava luttikið á OL yvir eitt tíðarskeið á 24 ár.

Ger viðmerking