1-2 heimsmet sett í gjár

Tvs. tað eina varð ‘bara’ nágreiniliga sama tíð sum heimsmetið, sum SwimInfo sendir út sum “world record alert”, men sum vit onnur nokk ikki ordiliga rokna sum nýtt met. Men Michael Phelps setti altso nýtt heimsmet í 200 blandað við tíðini 1:54.80, har heimsmetið hjá honum frá í fjør var 1:54.98. Og Aaron Piersol svam somu tíð sum verandi heimsmet hjá Ryan Lochte í 200 rygg, við tíðini 1:54.32. Lochte sjálvur svam 1:54.34, og tá skal havast í huga at hann (Lochte) eisini svam til OL í 200 blandað móti Phelps, við 1:55.22 sum er triðskjótasta tíð í søguni. Lesið her og her á SwimInfo.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.