Pál svimur 1500 frí í morgun

Men hann svimur sambært susvim.com ikki eftir metinum. “Eingin órsøk til at svimja skjótt, so hann slappar av, svimur bert fyri at vinna”. Pál burdi annars kunnað svomið óhugnaliga skjótt, nú hann betraði seg 12 sekund í 400 frí; tí 12 sekund yvir 400 metrar er jú umleið tað sama sum 45 sekund yvir 1500. Føroyska metið hjá honum er 16:05.02, og tá hevði hann altso svomið umleið 15:20, sum er 7 sekund skjótari enn danska juniormetið og bara 8 frá teirra seniormet. Men í morgun svimur hann altso bara fyri at koma í finaluna í annaðkvøld.

One thought on “Pál svimur 1500 frí í morgun”

  1. Pál svam fyrstu 100 uppá 1 minutt og 1 sekund, sum opinbart er róligt fyri hann. Hann var heilt niðri á triðjaplássi í riðlinum tá, men eftir 200 var hann so nr 1 við 2:04.97. Og so drógu hann og Anders Lie annars frá hinum:

    3:09.76 eftir 300
    4:15.15 eftir 400 (Anders 4:15.65)
    5:20.53 eftir 500
    6:26.61 eftir 600 (Anders 6:26.30)
    7:30.82 eftir 700
    8:36.22 eftir 800 (Anders 8:37.13, nr 3 svam 8:41.98)
    9:40.03 eftir 900
    10:45.15 eftir 1000 (Anders 10:49.02)
    11:50.81 eftir 1100
    12:56.43 eftir 1200 (Anders 13:00.11)
    14:02.25 eftir 1300
    15:07.68 eftir 1400
    16:10.42 eftir 1500 (Anders 16:16.35)

    Altso bara 5 sekund spakuligari enn føroyska metið tá ið hann “slappar av”, so man metið ikki rúka í morgin?

Ger viðmerking