So er DM í gongd

Tit kunnu fylgja við á LiveTiming.dk. Elspa svam klárt bestu tíð í 200 frí í morgun við 2:06.56, har næstbesta hevði 2:07.31, og skal so svimja finalu í greinini í kvøld. Beint nú svimja mennirnir innleiðandi 400 frí, har m.a. Pál Joensen skal svimja í riðli 4.

Viðmerkingar

Mynd: rokur

So svimur Pál

Tilmeldingartíðin hjá honum er 3:58.71, hóast føroyska langbana metið hjá honum frá EJM í Antwerpen 2007 'bara' er 4:06.37. Tað má vera tí at man hevur loyvi at umrokna stuttbanatíðir, og stuttbana føroyska metið hjá honum er 3:50.71 (altso nøjagtiga 8 sekund løgd afturat). Men hann hevur altso eftir øllum at døma ongantíð svomið offisielt undir 4 minuttir á langbana, hóast tilmeldingartíðin sigur so.

Mynd: rokur

3:57.17 !

Hann so knústi føroyska metið hjá sær sundur

Splitt-tíðirnar vóru

  • 00:27.18 (nr 1, nr 2 svimur 00:27.70)
  • 00:56.70 (nr 1, nr 2 svimur 00:58.14)
  • 01:26.69 (nr 1, nr 2 svimur 01:29.46)
  • 01:56.65 (nr 1, nr 2 svimur 02:00.44)
  • 02:26.96 (nr 1, nr 2 svimur 02:31.47)
  • 02:57.53 (nr 1, nr 2 svimur 03:03.02)
  • 03:27.46 (nr 1, nr 2 svimur 03:33.70)
  • 03:57.17 (nr 1, nr 2 svam 04:04.87)

"Nr 2" var her Frederik Siem Pedersen, sum onkur kanska minnist frá NJM í desember. Hann svam seg til 4. bestu tíð nú í innleiðandi.

Mynd: rokur

Glæsner svam 3:55.53

Tann til OL úttikni svimjarin Mads Glæsner svam 3:55.53 í riðlinum aftaná. Eftir er Jon Rud sum eisini er úttikin til OL, og Pál fær tí væntandi triðbestu tíð í morgun.

Mynd: rokur

Rud svimur illa

Ella kontrollerað ?

1:59.53 fyrstu 200 metrarnar. Væl spakuligari enn Pál.

Mynd: rokur

Rud svam 4:01.72

Tað er ikki góð tíð hjá honum. Men sum sagt, kanska sparir hann seg bara til finalu og/ella aðrar kappingar.

Pál Joensen fekk harvið næstbestu tíð í morgun, og sjálvsagt nógv bestu tíð millum juniorar (!)

http://www.livetiming.dk/results.php?cid=163&session=1&round=H&event=3