3 føroysk met í morgun

Pál Joensen sett sum nevnt nýtt føroyskt met í 400 frí á Danish Open í morgun við tíðini 3:57.17, sum er betring av hansara egna meti frá EJM í fjør við meira enn 9 sekundum. Malan Vitalis Bærendsen betraði um sítt egna met í 50 bringu frá 36.90 (Reykjavík International 2008) til 35.79. Og Shaila millum Garðarnar betraði somuleiðis ógvusliga um sítt met í 50 firvald frá 30.65 (Reykjavík International 2008) til 29.80... og er harvið fyrsta føroyska kvinna undir 30 sekund í 50 firvald á langbana.

Elspa Mørkøre svam eisini eina knúsandi góða tíð í 50 firvald (29.07), sum fekk hana í finaluna við fimtbestu tíð í kvøld. Men hon hevur so síðani valt at melda frá hesari finalu, allarhelst tí hon satsar uppá teir 200 fyrr á kvøldi (ella rættari seinnapart... tey byrja kl 17 danska tíð, sum er kl 16 her hjá okkum).

Viðmerkingar

Mynd: rokur

Hvussu nógv passa í hatta teltið?

Tað er øgiligt sum tey betra seg. Til lukku Susvim, nú mugu vit heldur til at bíleggja okkum bilettir til Serbia í summar ! :-)

Mynd: rokur

10. besti juniorur

Nýggja metið hjá Pál viðførir at hann nú kann styrkimetast sum 10. besti svimjarin í Evropa í 400 frí á langbana

http://www.swimrankings.net/index.php?page=rankingDetail&rankingClubId=1...