5 thoughts on “So er DM í gongd”

  1. Tilmeldingartíðin hjá honum er 3:58.71, hóast føroyska langbana metið hjá honum frá EJM í Antwerpen 2007 ‘bara’ er 4:06.37. Tað má vera tí at man hevur loyvi at umrokna stuttbanatíðir, og stuttbana føroyska metið hjá honum er 3:50.71 (altso nøjagtiga 8 sekund løgd afturat). Men hann hevur altso eftir øllum at døma ongantíð svomið offisielt undir 4 minuttir á langbana, hóast tilmeldingartíðin sigur so.

    1. Hann so knústi føroyska metið hjá sær sundur

      Splitt-tíðirnar vóru

      • 00:27.18 (nr 1, nr 2 svimur 00:27.70)
      • 00:56.70 (nr 1, nr 2 svimur 00:58.14)
      • 01:26.69 (nr 1, nr 2 svimur 01:29.46)
      • 01:56.65 (nr 1, nr 2 svimur 02:00.44)
      • 02:26.96 (nr 1, nr 2 svimur 02:31.47)
      • 02:57.53 (nr 1, nr 2 svimur 03:03.02)
      • 03:27.46 (nr 1, nr 2 svimur 03:33.70)
      • 03:57.17 (nr 1, nr 2 svam 04:04.87)

      “Nr 2” var her Frederik Siem Pedersen, sum onkur kanska minnist frá NJM í desember. Hann svam seg til 4. bestu tíð nú í innleiðandi.

    2. Tann til OL úttikni svimjarin Mads Glæsner svam 3:55.53 í riðlinum aftaná. Eftir er Jon Rud sum eisini er úttikin til OL, og Pál fær tí væntandi triðbestu tíð í morgun.

Ger viðmerking