6 thoughts on “So byrja finalurnar”

  1. Eg skilji ikki hví at tveir riðlar eru í t.d. finaluni 200 blandað, tá ið talan sambært skránni ikki er um eina semifinalu. Tað er ikki talan um senior- og junior-finalur, tí har eru gamlir gubbar við í báðum riðlum.

    Men well, har eru so tveir riðlar har og eisini hjá Elspu í 200 frí, men ikki hjá Pál í 400 frí.

  2. Hon er í fyrsta riðli av tveimum, har allir svimjarar í fyrsta riðli hava betri tíðir enn í seinna. Tann seinni sær altso út til at vera ein B-finala, men spyr meg ikki um tey so telja við, ífall onkur har knappliga svimur framúr.

    Splitt-tíðirnar hjá Elspu: 29.06 (nr 1) – 1:00.96 (nr 1) – 1:33.56 (nr 2) – 2:05.03 (nr 2)

    Hon varð bara tríggjar hundraðpartar aftanfyri nr 1, og førdi rættiliga dyggiliga fyrstu helvtina, datt so nógv afturum, og kom so aftur móti endanum. Tíverri ikki nóg nógv til at vinna fyrstaplássið aftur.

  3. Splitt-tíðirnar hjá teimum trimum fremstu. Danska seniormetið er 3:49.96 og junior 3:56.02

    Jon: 27.59 – 57.05 – 1:57.36 – 2:59.40 – 4:01.83
    Mads: 27.32 – 56.96 – 1:56.35 – 2:53.85 – 2:51.90
    Pál: 27.39 – 56.76 – 1:56.48 – 2:55.97 – 3:54.50

    Nýtt føroyskt met, OG ENNTÁ VÆL UNDIR DANSKA JUNIORMETIÐ !!

    Pál hevur nú betrað um sítt føroyska met við hvat… 11-12 sekundum? Og 1½ sekund skjótari enn nakar danskur juniorur nakrantíð, íroknað Jacob Carstensen sum seinni gjørdist heimsmeistari í 400 frí á stuttbana.

    Ótrúliga flott komið aftur… eg helt at vit mistu hann har umleið 250 metrar, tá ið hann knappliga dragnaði 2 sekund afturum Glæsner. Men hann hevði allíkavæl styrki til at halda fast.

  4. Shaila svam 29.83, bara tríggjar hundraðpartar frá metinum sum hon setti í morgun. Støðugt høgt støði 🙂

Ger viðmerking