3 føroysk met í morgun

Pál Joensen sett sum nevnt nýtt føroyskt met í 400 frí á Danish Open í morgun við tíðini 3:57.17, sum er betring av hansara egna meti frá EJM í fjør við meira enn 9 sekundum. Malan Vitalis Bærendsen betraði um sítt egna met í 50 bringu frá 36.90 (Reykjavík International 2008) til 35.79. Og Shaila millum Garðarnar betraði somuleiðis ógvusliga um sítt met í 50 firvald frá 30.65 (Reykjavík International 2008) til 29.80… og er harvið fyrsta føroyska kvinna undir 30 sekund í 50 firvald á langbana.

Elspa Mørkøre svam eisini eina knúsandi góða tíð í 50 firvald (29.07), sum fekk hana í finaluna við fimtbestu tíð í kvøld. Men hon hevur so síðani valt at melda frá hesari finalu, allarhelst tí hon satsar uppá teir 200 fyrr á kvøldi (ella rættari seinnapart… tey byrja kl 17 danska tíð, sum er kl 16 her hjá okkum).

2 thoughts on “3 føroysk met í morgun”

  1. Tað er øgiligt sum tey betra seg. Til lukku Susvim, nú mugu vit heldur til at bíleggja okkum bilettir til Serbia í summar ! 🙂

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.