Eingin kjansur at Elspa umboðar Føroyar á Oyggjaleikum í 2009

Hetta segði Palli Ziskason svimjisambandsformaður í samrøðu við Kringvarpið seinnapartin. Hann vísti til at altjóða svimjisambandið FINA ikki loyvir nøkrum at umboða fleiri lond samstundis, og at karantenutíðin fyri at skifta millum lond er 12 mánaðir. Vit kunnu tískil hugsa okkum til, at Elspa ikki kann náa at skifta til at luttaka fyri Føroyar á Álandi í 2009, um hon so vildi.

DSC_0036

Hetta er harvið svar til spurning sum m.a. eg havi latið ‘hingið í luftini’ fleiri ferðir, og sum tíðindafólkið hjá Kringvarpinum eisini spurdi Palla beinleiðis. Kann Elspa ikki luttaka fyri Føroyar eisini hóast hon nú er dani, á sama hátt sum man m.a. í borðtennishøpi hevur sæð oyggjaleikaluttakarar sum luttóku fyri eina bretska oyggj hóast teir eisini vóru á bretska landsliðnum.

Palli útilokaði hendan møguleika, og segði at hetta heldur ikki var nakað sum Svimjisambandið ynskir at fangast í, ífall man royndi at fáa luttakaran við hóast hann var dani. Altjóða limaskapurin í FINA er alt ov virðismikil til at róta seg út í balladu, bara fyri Oyggjaleikir. Og Elspa má tí skifta aftur til at hoyra til føroyska svimjisambandið, ífall hon ynskir at luttaka á Oyggjaleikum.

Spurdur beinleiðis um hann helt at Elspa nakrantíð fór at luttaka fyri Føroyar aftur, svaraði Palli at nei, tað væntaði hann persónliga ikki. Men tað var eitt stórt tap at hava mist Elspu, eisini hóast ‘maður kemur í manns stað’.

One thought on “Eingin kjansur at Elspa umboðar Føroyar á Oyggjaleikum í 2009”

  1. Bara mín meining her og nú, og uttan at eg veit um tey hava gjørt tað ella ei. Um talan er um hvussu vit her í Føroyum tulka reglurnar hjá FINA, so spyr FINA og hinar svimjitjóðirnar á Oyggjaleikum fyrst, áðrenn Elspa verður avskrivað. Í øllum førum um alternativið er at vit bara sjálvi avskriva hana.

    Kappingarneyti hennara Ida Sandin luttekur fyri Gotland, og roynir tó so at koma á svenska landsliðið eisini. Hevur vunnið fleiri svensk meistaraheiti. Men OK, Gotland er ikki góðkend FINA svimjitjóð, og tískil er tað kanska har sum hundurin liggur grivin: Ikki so nógv at Elspa ikki kann luttaka fyri Føroyar hóast hon er donsk, men at hon ikki kann luttaka fyri føroyska landsliðið tí tað er føroyskt.

    Men eg haldi stadigvekk at man bara skal spyrja. Um ikki annað til at fáa eitt nei 🙂

Ger viðmerking