Susvim til Danmarkar at luttaka í DM á langbana

Tað sær út til at Susvim fer at gera ein ordans vørr á donsku langteina-meistarastevnuni í Gladsaxe í komandi viku, nú Pál Joensen er seedaður sum nr 1 í bæði 400, 800 og 1500 frí, og Malan Vitalis Bærendsen sum nr 2 í 50 bringu. Tey eru Mona Simonsen, Shaila millum Garðarnar, Malan V. Bærendsen og Pál Joensen sum fara fyri Susvim; og hartil luttekur Elspa Mørkøre fyri West Swim, við bestu tilmeldingartíð í 50 rygg og 200 frí, næstbestu í 100 og 200 rygg, og góðum tíðum í eisini øðrum greinum. Sí gladsaxeswim.dk og livetiming.dk, umframt startlista og annað gott við at klikkja tykkum fram til stevnuna á svoem.dk.

Ger viðmerking