Danir fara ikki til NUM 2008 (?)

Hetta var nakað sum eg frætti sum slatur á kantinum í Kastrup í vikuskiftinum. Eftir øllum at døma velur danska svimjisambandið ikki at senda nakran til Nordisk UngdomsMesterskaber í Finnlandi í august, tí tey ikki vilja at so ung skulu svimja árið runt.

Donsku svimjifeløgini byrja (sum tey føroysku) venjingina aftur í august mánaða, og kapping fyrst í august merkir tí at 12-13 ára gamlar gentur onga feriu fáa yvirhøvur. Tey hava longri svimjiár enn vit í Føroyum, men tó so allíkavæl 3-5 vikurs summarferia.

Persónliga eri eg fyri at svimjiárið nøkulunda fylgir skúlaárið, men allíkavæl gevur pláss fyri eitt sindur av feriu. Tí so sunt og skeg er tað hóast alt ikki at svimja, um man skal svimja allatíð 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.