Gott í gongd á DÅM 2008

So er fríggjakvøldið avgreitt, og okkara hava svomið bara heilt væl. Tað hevur verið eitt sindur trupult at finna seg til rættis í propp-fullu høllini, men eg kann so í øllum førum skriva undir uppá at okkara úr Rituvík hava svomið upp til sítt allarbesta, nú tær betraðu um sína 50 metra tíð við fleiri tíggjundapartum.

DSC00139

Føroyingarnir vóru óhepnir undir upphitingini, tá ið teir valdu sær eina av ytru geilunum til upphiting, og síðani vórðu rikin burtur tí at tann geilin skuldi brúkast til sprintir. Vit dugdu heldur ikki at ‘møva’ okkum pláss við kantin, og vórðu tí noydd at vera uttanfyri, í hølunum har føroyingarnir sova. Men tað er nú ikki tað býttasta, tí har eru madrassir og friður og góð luft, umframt at tað er í sama bygningi sum svimjihøllin, bara 3 minuttir at ganga til startskamlarnar.

DSC00165

Sum sagt, so svumu tær báðar Birita Debes og Astrið Foldarskarð úr FLOT ávíkavist 29.86 og 29.64, sum í báðum førum er stór betring av teirra persónliga meti (30.29 og 29.97). Eg havi ikki havt stundir til at hyggja at tíðunum hjá hinum svimjarunum enn; men eg ivist ikki í at tær munnu vera hampuliga góðar, tí lagið var sum heild hampuliga gott millum føroyingarnar.

DSC00211

Í morgin fara tey í tvíningar – helvtin kappast víðari í Kastrup, og hin helvtin skal norður til Hørsholm. Tað hevur givið venjarum og leiðarum høvuðbrýggj, tí tey skulu jú finna norður har til kl l*** um morgunin. Men munnu teir ikki fara at finna út av tí ? 🙂

DSC00214

Annars er tað at siga, at tey vóru í Tivoli í gjár, og tykjast sum at hava hugnað seg óført. Summi hava brúkt í so nógva tíð uppá at renna í Fisketorvet og tílíkt, men aðrir hava tað ordiliga skeg …

DSC00186

Nokk um dagin í dag. Eg fari at senda nakrar videoir upp nú á YouTube, av 50 metra frí hjá Biritu, Poulu, Astrið og Helenu. Tit kunnu síggja fleiri myndir her á Flickr kontoini hjá mær og konuni. Tað er eitt sindur ivasamt um eg sendi nakað upp í annaðkvøld aftur, tí møguliga verði eg bara verandi hjá svimjarunum í Kastrup tá, har einki internet er. Men sunnukvøldið kemur so í øllum førum eitt sindur meira.

DSC00151

Ger viðmerking