Ferðaskrá til DÅM 2008

Fingið frá Rúna:

Hósdagur 12. juni

Fráferð Vága Floghavn.

Møta í Vágum kl. 07.00.

Atlantic Airways, RC450 kl. 8.15

Tá komið er til Danmark verður farið til klubhúsið, hjá svimjifelagnum Kvik Kastrup, har vit fara at gista.

Vit skulu hava soviposa við (madrassir fáa vit í DK).

Mánadagur 16. juni

Heimferð Kastrup Lufthavn.

Atlantic Airways, RC451 kl. 8.35

Vit vera í Vágum uml. kl. 9.55

Íroknað ferðaseðlakostnaðin er: madrassir og ferðing millum svimjihallir. Morgunmatur allar dagar, frokost leygardag og sunnudag, nátturi fríggjakvøld og leygarkvøld. Svimjarar fáa eisini eina blusu í part.

Máltíðir hósdag, frokost fríggjadag og nátturi sunnukvøld eru ikki við í prísinum. Væntandi verður farið í Tivoli sunnukvøld, hetta er fyri egna rokning.

Venjarar á túrinum eru: Petur Heðin á Fløtti, 227022 og Rúni Gaardbo, 217106.

Hjálparfólk eru: Ingvør Mohr, 227773, og Jákup Jacobsen, 213620.

Svimjarar og foreldur eiga sjálvi at hava ferðatrygging til túrin.

PS. Túrurin byrjar og endar í Vágum.

Vinarliga

Venjararnir

One thought on “Ferðaskrá til DÅM 2008”

  1. Eg skal á skeið í Keypmannahavn í næstu viku, og havi tí lagt ferðina so at eg kann vera til staðar í høllini í vikuskiftinum. So tit kunnu vænta tykkum myndir og video hvørt kvøld, um bara eg sleppi framat kantinum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.