SSF Kalendarafundurin 2008: Stórar broytingar í umbúna

Viðfest er brot úr telduposti frá Rúna Gaardbo, stílað øllum feløgum í sambandi við kalendarafundin hjá Svimjisambandi Føroya, sum var á Viðareiði nú fríggjakvøldið og leygardagin. Yvirskriftin er “Uppskot til nýtt bólkabýti, til at koma í gildi frá 1 sep. 2008 – eisini er uppskot til nýggjan kalendara sambært hesum uppskoti”. Og haldið tykkum fast… har eru stórar broytingar á veg.

Talan er um at skifta frá teirri skipan sum vit kenna í dag, til eina ið líkist meira teirri donsku og fyri so vítt ‘altjóða’, við seniorum og juniorum, har gentur og dreingir hava ymiskan aldur í hvørjum bólki. Sum er hava gentur og dreingir havt sama aldur í sama bólki; men nú verður tað so, at gentur verða juniorar (og seniorar) fyrr enn dreingir, og tískil eisini koma í hinar bólkarnar fyrr enn dreingir.

Uppskotið er fyribils bara sent til hoyringar í feløgunum, at svara 11. juni 2008. Men um tað (sum væntað) verður samtykt, so vil hetta sjálvsagt ávirka hvussu metini hjá Svimjisambandi Føroya skulu skrásetast. Og sum tit kunnu lesa í teldupostinum frá Rúna, so er ætlanin hendan: Gomlu metini verða fryst og arkiverað. Nýggj met verða sett fyri Senior og Junior. Eingi met kunnu setast fyri bólk 1, 2 og 3, men ranglistar verða gjørdir fyri árið

Nýggja bólkabýtið ávirkar sjálvsagt eisini svimjikalendaran, sum var høvuðsorsøk til fundin nú fríggjakvøld og leygardag. Ætlanin er at taka burtur UM, fyri heldur at avgreiða UM sum part av FM, á sama hátt sum danir gera við DM. FM 2009 verður 8.-10. mai, og hin stóra stevnan er so SUM í Klaksvík tann 24.-26. apríl, umframt úttøkustevnan til Oyggjaleikir tann 18.-19. apríl. Ein onnur stór stevna verður væleydnaða “Klaksvík National” frá marts mánaða í ár, sum komandi ár verður síðsta heimliga svimjistevna í heysthálvuni, tann 29.-30. november 2008. Umframt úttøkustevnan til NJM tann 8.-9. november í Havn.

Svimjikalendarin er annars týðiliga merktur av øllum hesum altjóða stevnum sum føroyskir svimjarar fara á í dag. Stevnurnar eru skipaðar so at tær ikki raka á EJM í juli, NUM í august, Køge Open í oktober, NJM og EM í desember, DÅM og Oyggjaleikir í juni. Tað tykist sum gott pláss er fyri altjóða stevnum í várhálvuni 2009 eisini, um enn tær ikki eru beinleiðis settar á kalendaran.

Sum heild ein ógvuliga áhugaverd ætlan, við hesum og øðrum tiltøkum sum t.d. “Svimjidagar: svimjispøl, sosial samvera og onnur ítróttarlig tiltøk”. FS hevur lagt sær eina stevnu nær føstulávint, sum plagar at boða frá góðum. Onkur summarstevna verður møguliga í Vági í juli. Og heystferian er í ár púra frí fyri stevnu yvirhøvur 🙂

Lesið viðfesta uppskot, og gerið endiliga viðmerkingar til dømis her á heimasíðuni ella við at seta tykkum í samband við SSF og/ella svimjifeløguni. Vit hava til nú mikudagin at ávirka hesar ætlanir, um nakað er sum treingir til ábøtur.

2 thoughts on “SSF Kalendarafundurin 2008: Stórar broytingar í umbúna”

  1. Vil bara skunda mær at viðmerkja, at eg haldi hetta sær ógvuliga áhugavert út. Nú var eg ikki sjálvur á kalendarafundinum, og havi tí onkur ivamál nú ætlanirnar skulu tulkast út í frá hasum uppskotinum. Men tað sær altso út sum um at fólk hava veruliga arbeitt fyri at fáa ein góðan kalendara í ár, har pláss er sett av til alt tað sum nú einaferð skal náast í leypi av einum svimjiári.

    Svimjarar – nú er ikki at seta seg aftur og hugsa um at gevast við svimjingini, tí tað gongur bara upp eftir hjá okkum. Sat tilfeldigvís og hugdi at einum broti frá FM 2002, har 50 rygg hjá kvinnum varð vunnið við tíðini 34.16, ið eisini var nýtt bólkamet í bólki 3, og har føroyska metið var 32.76 frá einaferð tíðliga í 90-unum. Í ár vann Birita Debes ‘einans’ bronsu við tíðini 33.03, ið ikki ein gang var nokk til at seta bólkamet hjá teimum 12-13 ára gomlu (Elspa Mørkøre, 32.89).

  2. Eg havi í øllum førum ikki hoyrt annað enn at feløgini annaðhvørt hava tikið undir við broytingaruppskotunum, ella einki svarað.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.