Kitajima sett nýtt heimsmet í 200 bringu

Japanski Kosuke Kitajima setti í dag nýtt langbana heimsmet í 200 bringu hjá monnum, við at svimja 2:07.51 har tvey ára gamla heimsmetið hjá amerikanska Brendan Hansen var 2:08.50. Kitajima svam í eini Speedo LZR Racer, og skapti forrestin eitt sindur av øsing longu fyrradagin, tá ið hann vísti seg í eini T-shirt við áskriftini “Eg eri svimjarin”, í mótmæli móti at japanska svimjisambandið hevur avgjørt at avmarka sínar svimjarar til einans at kunna brúka svimjidraktir av slagnum Asics, Descente ella Mizuno.

One thought on “Kitajima sett nýtt heimsmet í 200 bringu”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.