Annangrads drukning ?!?

Hetta havi eg gott nokk ongantíð hoyrt um fyrr. Ein 10 ára gamalur drongur í USA svølgdi vatn men hevði tað annars gott, til hann kom heim og fekk sær ein slang. Men tá ið tey hugdu til hann aftur, rann vatn út úr nøsini og hann var druknaður.

Talan var um ‘annangrads drukning’, har vatn er komið í lunguni. Tey taka skaða, og man kann drukna heilt upp í 72 tímar eftir hendingina, eisini hóast man annars virkar sum um man er komin yvir tað. Mett verður at 5% av øllum sum drukna, drukna av hesum her ‘annangrads’.

Ráðini eru at fara á skaðastovu og kanna lunguni, um man hevur verið fyri eini hending har fólk eina løtu hildu at vandi var á ferð. Altso vælsagtans, at onkur svølgdi so mikið nógv vatn at man stressaði eina løtu. Vandatekin eru trupulleiki við at anda, at persónurin hostar ella røddin verður hás (‘rasput’).

Lesið annars her á FoxNews.com

One thought on “Annangrads drukning ?!?”

Ger viðmerking