Drymonakos tikin fyri at dopa seg við steroidum

Grikska svimjisambandið hevur kunngjørt at teirra Ioannis Drymonakos tann 6. mars í ár varð testaður positivur fyri anabolska steroidinum ‘methyltrienolone’. Hetta er sama steroid sum 11 grikskir vektlyftarar herfyri vórðu tiknir fyri at hava tikið. Drymonakos vann gull í 200 firvald á EM í Eindhoven í mars, og var sjálvsagt ein av favorittunum hjá Grikkalandi til at taka heiðursmerki á komandi OL í Bejing. Men nú er hann so givin at svimja, sambært sakførara sínum. Kelda: iht.com

Ger viðmerking