Beinleiðis úr høllini – sunnumorgun

Teldan mundi brent saman hjá Bartali uppi á balkongini í gjár, og tí brúka vit bara hendan eina vinkulin í dag. Orsaka forrestin seinkingina; onkur (les: eg) hevði misskilt tíðarætlanina.

6 thoughts on “Beinleiðis úr høllini – sunnumorgun”

    1. Vónandi var tað bara tí at einki samband var í áðni, tí at eg mátti genstarta kagan, men møguliga er tað okkurt enn meira seriøst. Høvdu trupulleikar við at síggja tað sjálvi her fyrr í morgun, sum gjørdi at eg tá genstartaði manuelt.

    2. Alt sá út til at koyra, men hatta ‘broadcastið’ sást so ikki her í høllini. Vónandi er trupulleikin ‘bara’ at vit brúka ov nógva bandbreidd í høllini, sum vit so kunnu minka um við til dømis ikki at hyggja at hasum vevkameranum higani (hví skulu vit jú tað ?… vit hava jú alt í “full format veruleika” 🙂

  1. Orsaka so miriliga at sambandið fer í heilum. Her er okkurt við hesum uploadaranum sum ikki riggar heilt eftir ætlan, so at kagin hjá mær regulert crashar. Hartil hava vit møguliga trupulleikar við internetsambandinum eisini, sum ger at stígur kemur í.

  2. Her í Keypmannahavn hava vit heldur einki sæð! Tað riggaði fínt um 10-tíðina (danska tíð), men so frysti myndin. Annars viðv. LiveTiming…..er tað við vilja, at vit bara síggja kappingarnar hjá kvinnunum? 😉 Kappingar nr. 32 400 bl., 36 100 rygg, 38 200 firvald og kapping nr. 42 4×50 frí hjá monnum vóru slett ikki á LiveTiming…..myndin steðgaði upp aftaná seinasta riðilin í kvinnu-kappingini, og so fór tað ikki í gongd aftur fyrr enn næsta kvinnukappingin byrjaði…..hetta sæst eisini á úrslitalistanum á LiveTiming, har júst hesar kappingarnar, sum eg havi nevnt, mangla.

  3. hatta er i ordan vid livetiming, grundin til at tú ikki sá hasar kappingarnar er tí at tær verda svomnar direkta sum finala i kvøld av tí at tad eru færri enn 6 svimjarar tilmeldadir. men haraftur imóti er handan live streamingin eitt sindur svikalig i løtuni sum rókur longu hevur kunngjørt. Tó var tad harmiligt at man ikki ordiligani fekk sæd tær sídstu kappingarnar . men vónandi riggar tad aftur til i kvøld

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.