FM í svimjing beinleiðis á Rás 1 um vikuskiftið

Tíðindaskriv frá Svimjisambandinum um FM í svimjing:

Í sambandi við árligu føroyameistarastevnuna í svimjing, sum verður í Tórshavn um vikuskiftið, hevur
Svimjisambandið gjørt av at royna framleiðslu og beinleiðis sending av øllum finalum í sjónvarpi.

Samstarvsavtala er gjørd við Televarpið, R2Net og Rás 2.

Kappast verður eftir hesi skrá:

  • Fríggjadag 16. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 13:30 og finalur frá kl 18:00
  • Leygardag 17. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 09:30 og finalur frá kl 16:30
  • Sunnudag 18. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 08:30 og finalur frá kl 15:30

Finalurnar verða vístar beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum, hvønn dag, og byrjað verður fríggjadagin kl
17:45.

Vegna Svimjisambandið
Palli Ziskason

3 thoughts on “FM í svimjing beinleiðis á Rás 1 um vikuskiftið”

    1. Eg vænti í øllum førum ikki at nakar hevur orku at fáa tað í lag eisini í morgin. Men vit hugsa um tykkum, og kanska verður tí onkur video á YouTube ella tílíkt, umframt myndir.

Ger viðmerking