FM 2008 tíðarætlan og kappingarfíla

Soleiðis sær skráin út fyri FM 2008

  • Fríggjadagur 16. mai, upphiting kl 12:30, kapping kl 14:00
  • Fríggjadagur 16. mai, upphiting kl 17:30, kapping kl 19:00
  • Leygardagur 17. mai, upphiting kl 08:00, kapping kl 09:30
  • Leygardagur 17. mai, upphiting kl 15:00, kapping kl 16:30
  • Sunnudagur 18. mai, upphiting kl 07:00, kapping kl 08:30
  • Sunnudagur 18. mai, upphiting kl 14:00, kapping kl 15:30

Kappingarfílan er viðfest. Feløgini verða biðin um at senda tilmeldingarfílurnar til Svend Åge í seinasta lagi týskvøldið 13/5-2008 kl 21.00.

7 thoughts on “FM 2008 tíðarætlan og kappingarfíla”

  1. Veit nakar, um SSF fer at nýta ‘Livetiming’ til FM? Nú eri eg ein av mongum svimjiáhugaðu føroyingum, sum búgva uttanlands, og tískil ikki sleppa í Gundadal næsta vikuskifti! SSF nýtti ‘livetiming’ til NJM, og tá var tað stuttligt og spennandi at fylgja við á netinum. Minnist meg rætt, so segði ein av fyriskiparunum til NJM, at tað kostaði bara nakrar fáar hundrað krónur at nýta ‘livetiming’.

  2. Eg sendi ein fyrispurning um hetta til SSF síðsta vikuskifti, men eg havi einki hoyrt aftur frá teimum enn. Tað hevði verið super, um tú fært hála i oyruni hjá onkrum, so tað verður gjørt 😉 Eg eri vís í, at tað eru nógvir føroyingar uttanlands, sum fara at hyggja, um FM verður á livetiming!

  3. Forrestin verður eingin gallaveitsla hesu ferð. Tað er eftir øllum at døma ov dýrt at hava eitt slíkt tiltak, í mun til undirtøkuna.

    1. Deiligt, at Livetiming verður 🙂 Gleði meg at sleppa at fylgja við á netinum 🙂 Keðiligt fyri svimjararnar, at einki galla verður 🙁

  4. fari heilt sikkurt at sita spentur her i DK og hyggja á livetiming, tad verdur spennandi um 50 frí hja monnunum verdur tikin aftur í ár. hoyri at harra Olsen hitar upp til FM men eri ikki heilt vísur i tí. kanska hevur fuglafjørsmadurin okkurt undir ermuni at geva.;)

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.