1 gull, 2 silvur og 1 bronsu til HS í DK

Tað gekk bara heilt væl hjá HS á stóru altjóða stevnuni í Esbjerg um vikuskiftið. Guðrun vann gull í 50 frí og silvur í 25 frí, meðan Høgni vann sær eina silvur í 50 rygg og bronsu í 100 rygg. Restin var nokk mest við fyri túrin, men kláraðu seg tó heilt væl í mun til ovurstóra hópin á stevnuni. Síggið úrslit, hagtøl, myndir og video her á westswim.dk, umframt úrslitini aftur her á livetiming.dk.

Her niðanfyri listi eg upp tær tíðir sum føroysku svimjararnir svumu í ymisku greinunum, umframt teirra plasering í sínum viðkomandi bólki. Plaseringin er talið í parantes:

  • Kapping 1, 50 bringa kvinnur: Elsa Sára Djurhuus 48.06 (57)
  • Kapping 2, 50 bringa menn: Dánjal Hestoy 36.18 (24), Ólavur S. Petersen 35.93 (17), Hanus á Tjaldrafløtti 44.96 (31)
  • Kapping 3, 200 frí kvinnur: Bjørg Seloy 2:17.85 (16)
  • Kapping 4, 200 frí menn: Dánjal Hestoy 2:06.90 (11), Jákup Símun F. Jacobsen 2:27.58 (24), Andrass Thomsen 2:09.30 (15)
  • Kapping 5, 100 blandað kvinnur: Kristina Eliasen 1:17.74 (63), Guðrun Holm Jacobsen 1:12.95 (20), Lisbeth L. Joensen 1:14.46 (28), Ragnhild P. Østergaard 1:30.78 (87)
  • Kapping 6, 100 blandað menn: Jákup Símun F. Jacobsen 1:16.21 (44), Høgni Miné-Rasmussen 1:04.50 (5)
  • Kapping 7, 50 rygg kvinnur: Kristina Eliasen 35.10 (22)
  • Kapping 8, 50 rygg menn: Høgni Miné-Rasmuseen 29.37 (2)
  • Kapping 9, 100 firvald kvinnur: Lisbeth L. Joensen 1:14.66 (23), Bjørg Seloy 1:09.81 (12), Ragnhild P. Østergaard 1:41.11 (45)
  • Kapping 13: 25 frí kvinnur: Elsa Sára Djurhuus 16.43 (67), Guðrun Holm Jacobsen, 13.30 (2),  Dagmar M. Winther 14.38 (41), Ragnhild P. Østergaard 16.23 (65)
  • Kapping 14, 25 frí menn: Dánjal Hestoy 12.31 (31), Jákup Símun F. Jacobsen 14.04 (57), Ólavur S. Petersen 13.90 (29), Hanus á Tjaldrafløtti 13.82 (37)
  • Kapping 15, 25 bringa kvinnur: Elsa Sára Djurhuus 22.55 (49), Ragnhild P. Østergaard 22.68 (50)
  • Kapping 16, 25 bringa menn: Ólavur S. Petersen 16.92 (18)
  • Kapping 17, 400 frí kvinnur: Dagmar M. Winther 4:53.33 (16)
  • Kapping 19, 50 firvald kvinnur: Lisbeth L. Joensen 34.12 (34), Bjørg Seloy 31.49 (11), Ragnhild P. Østergaard 41.50 (55)
  • Kapping 20, 50 firvald menn: Hanus á Tjaldrafløtti 37.03 (36)
  • Kapping 21, 100 rygg kvinnur: Kristina Eliasen 1:17.61 (40)
  • Kapping 22, 100 rygg menn: Høgni Miné-Rasmussen 1:03.94 (3)
  • Kapping 25, 50 frí kvinnur: Heidi Andreasen 35.47 (75), Elsa Sára Djurhuus 35.77 (87), Kristina Eliasen 29.99 (33), Guðrun Holm Jacobsen 28.02 (1), Lisbeth L. Joensen 30.45 (38), Dagmar M. Winther
    29.63 (23), Ragnhild P. Østergaard 34.95 (80)
  • Kapping 26, 50 frí menn: Dánjal Hestoy 25.47 (14), Jákup Símun F. Jacobsen 29.47 (63), Andrass Thomsen 26.87 (22), Hanus á Tjaldrafløtti 29.50 (43)
  • Kapping 28, 200 blandað menn: Høgni Miné-Rasmussen 2:16.27 (9)
  • Kapping 29, 25 rygg kvinnur: Elsa Sára Djurhuus 20.93 (47)
  • Kapping 30, 25 rygg menn: Høgni Miné-Rasmussen 14.38 (4)
  • Kapping 31, 25 firvald kvinnur: Ragnhild P. Østergaard 18.55 (54)
  • Kapping 33, 100 frí kvinnur: Heidi Andreasen 1:16.51 (76), Elsa Sára Djurhuus 1:17.98 (88), Kristina Eliasen 1:07.52 (62), Guðrun Holm Jacobsen 1:06.14 (46), Lisbeth L. Joensen 1:07.63 (43), Bjørg Seloy 1:06.12 (45), Dagmar M. Winther 1:03.73 (20), Ragnhild P. Østergaard 1:17.37 (84)
  • Kapping 34, 100 frí menn: Dánjal Hestoy 56.71 (25), Jákup Símun F. Jacobsen 1:04.28 (62), Ólavur S. Petersen 1:06.51 (37), Andrass Thomsen 57.95 (18), Hanus á Tjaldrafløtti 1:07.14 (51)
  • Kapping 37, 100 bringa kvinnur: Elsa Sára Djurhuus 1:44.24 (63)
  • Kapping 38, 100 bringa menn: Dánjal Hestoy 1:18.28 (19), Ólavur S. Petersen 1:18.17 (20)
  • Kapping 39, 200 rygg kvinnur: Bjørg Seloy 2:33.22 (15)
  • Kapping 40, 200 rygg menn: Høgni Miné-Rasmussen 2:14.86 (7)

6 thoughts on “1 gull, 2 silvur og 1 bronsu til HS í DK”

    1. Tíðir og plaseringar hjá Elspu

      • 200 frí 2:03.52 (2)
      • 100 blandað 1:07.53 (4)
      • 50 rygg 28.94 (1)
      • 25 frí 12.85 (3)
      • 100 rygg 1:04.87 (1)
      • 200 bringa 2:39.73 (1)
      • 25 rygg 14.18 (3)
      • 25 firvald 13.37 (3)
      • 100 frí 59.36 (6)
      • 200 rygg 2:12.58 (1)
  1. Høgni Miné

    Eg síggið at tú hevur tikið øll úrslitini út frá innleiðandi kappingunum um morgunin, og ikki rætta nøkur av teimum, ið vóru svomin sum finalur seinni á degnum.

    Eg kann t.d nevna at eg kom inn í finaluna sum nr.4 í 25m rygg, men at eg endaði nr.5 í finaluni um kvøldið.
    Eisini at kom inn í finaluna í 100m rygg sum nr.3 við tíðini 1.03.94, men at eg seinni vann finaluna við tíðini 1.01.80-90.

    Her er annars okkurt, ið nakrir svimjarar svumu:

    Magnus Jákupsson:
    100m IM, Silvur
    200m IM, Gull
    50m Rygg, Silvur
    100m Rygg, Silvur
    200m Rygg, Gull

    Bjørg Seloy:
    Finalupláss í 100m Rygg, nr.7

    Guðrun Holm Jacobsen:
    50m Frí, Gull
    og finalupláss í 25m frí, nr.6

    Høgni Miné:
    50m Rygg, Silvur
    100m Rygg, Gull
    25m Rygg finalupláss, nr.5
    100m IM finalupláss nr.4

    Tey flestu her svumu eisini aðrar kappingar, men tey úrslitini eru allarhelst tey røttu, ið tú hevur har.
    Minnist meg rætt haldi eg eisini vit høvdu 2 bronsunálir.

    So eg gangi út fra at her er komin onkur misskiljing í.
    Vildi bara viðmerkja tað =)

    P.S: Rætta meg endiliga um tit vinna nakrar villur.

    1. Ja, óivað mín feilur. Livetiming.dk vísti hasi úrslitini, og eg umhugsaði tíverri ikki at dupultchecka við hin listan. Dammit, má til at ganga tað heila ígjøgnum um aftur 🙂

      Magnus Jákupsson visti eg tíverri ikki av, av tí at hann ikki stóð á hasum fyrra listanum sum eg gjørdi út í frá startlistanum “Startliste_Alle_SD_version02”.

      Men gott at tú rættar. Hugsaði at tað var betri at fáa okkurt út skjótt, og so eventuelt fáa tað rættað, enn einki at skriva 🙂

      1. Høgni Miné

        Ja, eg haldi tað er eittsindur trupult at finna úrslitini (ella dugi eg bara ikki at leita) 😛

        Og eg helt at tað var tað minsta eg kundi gera.

Ger viðmerking