2 heimsmet og 1 evropeiskt met sett í vikuskiftinum

Fyrradagin settu avstralsku Libby Trickett og Leisel Jones nýggj stuttbana heimsmet á svimjistevnuni Australian Grand Prix, í ávikavist 100 firvald og 100 bringu hjá kvinnum. Libby Trickett svam 55.74 í firvald har 14 daga gamla metið hjá Feliciu Galvez var 55.89. Og Jones betraði um sítt egna met í 100 bringu, frá 1:03.86 til 1:03.72.

Í gjár svam franski Amaury Leveaux so nýtt evropeiskt met í 50 frí hjá harrum, í eini tíð sum fyri einum mánaða síðani hevði verið fantastiskt heimsmet. Hetta var á fronsku úttøkustevnuni til OL, har Leveaux vann við met tíðini 21.38, og Alain Bernard gjørdist nummar tvey við 21.69. Bernard setti sum kunnugt heimsmet í síðsta mánaða við tíðini 21.50, sum síðani varð tikið av avstralska Eamon Sullivan við tíðini 21.28.

2 thoughts on “2 heimsmet og 1 evropeiskt met sett í vikuskiftinum”

Ger viðmerking