Tíðindaskriv frá SSF ísv SUM 2008

100 svimjarar møtast til Meistarastevnu.

SUM Smáunglingameistarastevnan í svimjing verður fríggjadagin 25. apríl og leygardagin 26. apríl í svimjihøllini í Vági.

Hetta er meistarakappingin fyri tey yngstu, t.v.s. bólkarnar 1 og 2.

Bólkur 1 árg 99 og yngri, og bólkur 2 er árg 97 og 98.

Stevnan byrjar fríggjadagin kl. 17 og svomið verður nakað út á kvøldið.

Longu leygarmorgunin kl 09 leypa tey so aftur í hylin.

34 kappingar verða svomnar tilsamans.

Stevnan verður sett av Kirsten Strøm Bech Borgarstjóra í Vági

Tá stevnan endar eitt sindur eftir middagsleitið, verður ein hugnaløta í Auluni í Vágs Skúla, har øll fáa GRÝTU RÆTT og PASTA, eisini verða heiðursmerkir handaði vinnandi svimjarnum, og øll hava møguleikan at heilsa uppá hvønn annan í einum turrum umhvørvi.

Øll svimjifeløgini verða við : Ægir , FS , Reki , Skeggjar ,Flot , HS og Susvim.

Vinarliga

SSF/ svimjinevndin

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.