Flóta betri uttan at vera lættari

Áhugaverd grein her á swimnetwork.com, har Scott Goldblatt skrivar frá samrøðu við ein stjóra hjá TYR, um nýggjastu hátøkniligu svimjidraktina hjá teimum. Ein av effektunum av hesari nýggju draktini er eftir øllum at døma, at hon flytir tyngdarpunktið hjá svimjaranum tættari at uppdriftspunktinum, so at beinini ikki longur søkka. Altso, draktin ger ikki at svimjarin flýtur hægri í vatninum (sum vildi verið ólógligt… draktin má ikki virka sum flot), men ‘bara’ at hann flýtur líka væl við beinunum sum við restina av kroppinum.

Ger viðmerking