3 heimsmet afturat á HM í Manchester

Amerikanski Ryan Lochte hevur sett nýtt stuttbana heimsmet í 100 blandað við tíðini 51.25, í semifinaluni á heimsmeistarastevnuni í kvøld. Simbabviska Kirsty Coventry betraði heimsmetið í 200 blandað við umleið 1½ sekundi, til 2:06.13, og kvinnurnar úr Niðurlondum betraðu um sítt heimsmet í 4×100 frí við nærum 4 sekundum, til 3:29.42. Tilsamans 12 heimsmet eru nú sett á heimsmeistarastevnuni í Manchester, og ein dagur er eftir í morgin. Lesið annars her, her og her á SwimInfo.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.