Save Our Sport – Swimming Science Journal talar at

SAVE OUR SPORT!
BODYSUITS: THE SERIOUS THREAT TO THE VERY NATURE OF COMPETITIVE SWIMMING

So áleypandi er yvirskriftin á hesari greinini í Swimming Science Journal:
http://coachsci.sdsu.edu/swimming/bodysuit/table.htm

Tey nevna at hóast øll fáa somu drakt, so eru tað summi sum fáa meira nyttu av teimum enn onnur. Tað kann vera at tey hava sama skap sum teir svimjarar sum draktin er skapað til at vera skræddaraseymað til (ja, kanska tey vóru ein av hesum útvaldu svimjarum). Men faktiskt er tað øvuta eisini galdandi, at summi kanska fáa meira hjálp burtur úr draktini netupp tí tey annars ikki náttúrliga hava optimala skapið.

Man kann hugsa at ein ógvusliga kraftigur svimjari fær eyka nógv burtur úr draktini, tí at hon kroystir hann niður í eitt skap sum meira líkist einum náttúrligum svimjara… samstundis sum hann tó sjálvandi enn hevur sína størri megi at spæla við. Út rúka so tey langu spjótini, til frama fyri vøddamenn sum Bernard og Poulsen.

Hartil er tað jú so, at kvinnur fáa meira nyttu burtur úr draktini enn menn. Kvinnur hava náttúrliga hægri feittprosent og størri rumpu og bróst, sum draktin nú kroystir niður í mannfólkaskap, samstundis sum at feittprosentið gevur teimum betri uppdrift. Nú kappast menn og kvinnur gott nokk í hvør sínum bólki, men tað hevur kanska allíkavæl moralskan týdning. Og hartil mugu vit so absolutt ansa eftir við úttøkutíðum og líknandi, ikki at skera yvir ein kamb, um kvinnur fáa meira kunstiga hjálp enn menn. Tak t.d. gullnálir – er trupulleikin hjá Kára á Høvdanum kanska ‘bara’, at hann er ov klænur í mun til genturnar?

Eg vevji mínar egnu myndir og føroysk dømi upp hatta har her omanfyri, men prinsippini eru úr hasari greinini í Swimming Science Journal. Fann hana við at lesa okkurt eisini kritiskt á SwimmingWorldMagazine, beint sum eg annars helt at hesi kanska ikki skrivaðu kritiskt um nýggju draktirnar, fyri at verja sínar lýsingainntøkur. Men jú, Brent Rutemiller tosar har um nýggju tøknina sum eskjuna hjá Pandora, ið ikki fæst aftur nú hon er latin upp.

Ger viðmerking