6 thoughts on “Nýtt føroyskt met til Kára, Pál byrjar varliga”

  1. Haldi at Jákup Mørk hevur misskilt okkurt.

    Vónirnar eru, at Pál Joensen kann svimja seg fram til finaluna. Pál er undan kappingini styrkismettur sum nummar 9 á 1.500 metra teininum í frísvimjing, og tí kann málið røkkast, um vágbingurin svimur til sítt allarbesta

    Er tað ikki so at teir 8 til finaluna longu eru funnir út í frá tilmeldingartíðina, og hini so svimja sítt í innleiðandi partinum?

    http://www.sportal.fo/mitt.php?greinar=&les_grein=48914&yvirskr=

  2. Nú verður spennandi, um 200 m. hjá Kári fer at síggjast í forbetringini av 100 metrinum… 2.03 skuldi ikki verið ómøguligt, nú MAÐURIN júst er blivin 18 ár;) Kári toppar vælsaktans ikki til hesa kappingina, EJM verður jú seinni í summar.

  3. Flott Kári tillukku. At tað ikki var dagurin har Pál svam uppá sítt besta var veruleiki. Men so at fortelja í ÚF at hann brúkti bara hetta til upphiting, eitt undarligt úttalilsi, skal HM brúkast til upphiting til FM, ella hvat. Um man sær so lætt uppá eitt HM, so skuldi viðkomandi ikki sloppið við. Hvat sigur SSF til eitt slíkt úttalilsi? So kundi man heldur brúkt peningin hjá viðkomandi til ungdómsarbeiði. Hita upp kann man í Vági ella Klaksvík.

    1. Eg hoyrdi tað ikki sjálvur, men bróður skilti tað sum um at hann (Pál) líka skuldi koma í gongd, har á HM. 200 er nokk minst áhugaverda greinin hjá honum, við tað at hann har er seedaður lutfalsliga nógv verri enn í 400 og serliga 1500. Og so er tað hatta við nakkanum… um hann enn er stívur í nakkanum, so skal tað kanska eitt sindur av kappsvimjing til eisini, áðrenn tað er ordiliga burtur.

      Men ja, puha. Vit verða nógv klókari næstu dagarnar.

      1. Dagurin í dag kann kanska virka fyri tey flestu sum ein blanding fyri okkum, men fakta er, at okur eru nøgd við tað mesta. Pál byrjar sera varliga, og tað var tíverri vantandi, eg tími ikki at koma við umberingum, tíðin er ikki tann besta hjá honum, men enn nógv betur enn nakar annar føroyingur nakrantíð hevur svomið, og okur vita at hann er betur á longri teinum, og longur okur koma vek frá skaðadegnum hjá honum, betur svimur hann. Hann hevur roynt somu viðger fyrr, og tá við nógv verri úrsliti. So hann skal nokk koma aftur fríggjamorgun í 400m frí.
        http://www.knassi.net/knassi_news_show.php?id=19555&number=17&width=

Leave a Reply to kuwCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.