Schubert sigur ‘Vel pengarnar ella gullmedaljuna’

Tiltikni amerikanski venjarin Mark Schubert er ógvuliga bersøgin, tá ið tað kemur til nýggju Speedo LZR Racer draktina: There is no doubt the suit makes a difference and there is no doubt that there is one manufacturer that’s put millions into research while the other manufacturers are more into fashion. Lesið her á SwimNews.

Greinin sigur eisini greitt frá tí sum eg longu einaferð havi kallað fyri snýt. Tað er ikki so nógv onkur møgulig uppdrift í draktini sum er trupulleikin (ella fyrimunurin, alt eftir hvussu man sær uppá tað), men heldur tann mátin sum draktin stívir miðjuna av á svimjaranum.

Vekk er trupulleikin við at halda kropping streymlinjaðan samstundis sum man setir max á við ørmum og beinum, og tí kunnu svimjararnir meira ella minni bara tonsa avstað. Og opinbart er ein síðueffekt av hesum, at beinini ikki longur troyttast á sama hátt sum fyrr. “‘I have massive legs that can weigh heavy at the end of a race, but with this suit, I don’t feel that effect at all”, sigur amerikanski sprintarin Rachel Komisarz t.d. í Manchester.

Og tí sigur Schubert, at amerikanska svimjisambandið má hugsa um heiðursmerki heldur enn um pengar, tá ið tað kemur til nýggju draktina. Eingin hevur ráð at siga nei til tey 2 prosentini sum hesir nýggju heimsmethavarar eru blivnir betri við at fara í LZR Racer. Hann er ikki ímóti draktini, men sigur heldur at hinir framleiðararnir bara mugu taka seg saman, heldur enn at grenja.

Lesið á SwimNews: http://www.swimnews.com/News/displayStory.jhtml?id=6028

One thought on “Schubert sigur ‘Vel pengarnar ella gullmedaljuna’”

  1. Sum nevnt verður her niðanfyri, so eru Arena og hini ikki øvundsjúk; men heldur irriterað yvir at hava skulað hildið seg til reglurnar, fyri so at síggja Speedo bróta tær opinlýst:

    Arena has issued an open letter outlining its concerns, prompting a response from FINA. Some of that may stray into areas described today by a Speedo source as ‘corporate jealousy’, but if suit makers genuinely believe that they have been left behind in the race because they did not want to stray beyond what they perceived to be the letter of the law on suits, then the rulebook and approval need revisiting not just for the LZR era but for what might be pulled out of the hat for London 2012, not to mention Moon 2048.

    http://www.swimnews.com/News/displayStory.jhtml?action=get&id=6029

Ger viðmerking