Føroyska HM landsliðið 4 ferðir so stórt sum tað danska

Tey skriva her á swim.dk, at danska landsliðið til heimsmeistarastevnuna í Manchester verður bara éin svimjari (Chris Christensen), har okkara sum kunnugt eru fýra. Sviar og norðmenn senda lið, men fokus er yvirhøvur nógv á fyrst og fremst at fyrireika til olympisku leikir í summar, hjá teimum sum sleppa til OL. Vónandi kann hetta onkunsvegna verða ein fyrimunur hjá okkara svimjarum, at t.d. kappingarneytarnir hjá Pál eru færri í tali, umframt í tungari venjing.

One thought on “Føroyska HM landsliðið 4 ferðir so stórt sum tað danska”

Ger viðmerking