Suðurafrikanska Keri Shaw tikin fyri doping

Tað ljóðar øgiligt, ‘anabolir og efedrin’, men talan er altso um anabolsk evni sum astmatikarar taka (Clenbuterol), og amfetamin-líknandi efedrin sum tú mær vitandi kanst keypa sum handkeyp á apotekinum (nasaspray). Ikki at eg forsvari møguliga doping, men meira fyri at ávara tykkum svimjarar. Havið pappírini í ordan, og ansi eftir hvat tit taka av vanligum heilivági. Nú má Shaw so bíða eftir úrslitunum frá B-royndini, til at vita um hon fer at fáa karantenu, og er í midlar tíð ‘suspenderað’ frá allari svimjing. Lesið á SwimNews og SwimInfo.

One thought on “Suðurafrikanska Keri Shaw tikin fyri doping”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.