Nú eisini vangamyndir á svimjing.com

Innritaðir brúkarar hava hervið fingið rætt at síggja vangamyndina (profilin) hjá teimum ið skriva og viðmerkja her á svimjing.com. Har er tó ikki so nógv at síggja enn, annað enn nær brúkarin stovnaði seg, yvirlit yvir hvat viðkomandi hevur skrivað á síðuni, og so møguliga ein kontaktsíða har til ber at senda viðkomandi teldupost. Eg sigi ‘møguliga’ her, tí brúkarin velur frítt í sínum kontusetingum, um loyvt skal vera at senda teldupost til sín ella ei.

Ætlanin er á ongan hátt at avdúka meira um brúkararnar enn tað sum man allíkavæl kann blaða seg fram til, og tit mugu tí endaliga siga mær frá, um tit uppdaga nakað sum ikki átti at verið víst. Her hugsi eg (Rókur) serliga um t.d. veruligt navn og teldupostadressu hjá øðrum enn tær sjálvum. Ikki so at skilja at eg vænti nakran svipsara.

Seinni kann tað vera at nakrir teigar verða lagdir afturat á vangamyndini, so at brúkarar t.d. kunnu velja at upplýsa sítt veruliga navn, leinki til egna heimasíðu, ‘um meg’ og tílíkt. Men tað er nokk betur at bíða við tí fyri fyrst, til hetta her grundleggjandi er væl og virðiliga roynt.

4 thoughts on “Nú eisini vangamyndir á svimjing.com”

  1. .. um eg sjálvur skal siga tað 🙂

    Nú ber til at skriva t.d. “Um tit vilja vita meira um hetta, so trýstið her til at senda mær ein teldupost“, uttan at man fyri tað skal avdúka sína teldupostadressu. Hetta er gott, tí man eigur jú helst ongantíð at avdúka sína teldupostadressu á netinum, av tí at sjálvvirkandi spam-bottar tá skjótt finna hana og byrja at senda skrambul.

    Skipanin hevur forrestin eisini innbygda sperru, so at sami brúkari ikki fær sent fleiri enn 3 teldupostar hvønn tíma (talið 3 kann broytast av okkum umsitarum, um tað er neyðugt). Altso eitt slag av spam-verju.

  2. eg las á einari heimasíðu at Sullivan 50 frí recordhaldarin hevur brotið bæði beinini eftir at hann var í einari bilvanlukku í Sydney í gjár..!:(
    so verður tað onki OL fyri hann!!

Ger viðmerking