Avstralska Libby Trickett (fødd Lenton) hevur í morgun við tíðini 23.97 sett nýtt langbana heimsmet í 50 frí hjá kvinnum, og er harvið fyrsta kvinna undir 24 sekund í 50 metra hyli. Harvið eru átta heimsmet sett á avstralsku úttøkumeistarastevnuni til olympisku leikir; tvey fleiri enn á teirri annars framúrskarandi evropeisku meistarastevnuni. Lesið her á SwimNews.
Viðmerkingar
Oh no dreingir
Undir 24 sekund... á langbana !
Éin anding við 30 metrar
Avstralar duga virkuliga at taka upp á svimjing so at man sær og lærir nakað. Í 100 tók hon eina rúgvu av andinum, meðan hon her í 50 tekur bara éina.
BeeSwim is King
YouTube brúkarin BeeSwim hevur eina øgiliga rúgvu av hágóðsku svimjivideoum her á YouTube, har tú kanst síggja góðan (ella í øllum førum effektivan) svimjiteknikk.
Svimjarar, minnist til at tit læra minst líka nógv gjøgnum eyguni sum av at lurta eftir okkum venjarum, so hyggið og hyggið at sovorðnum videoum, um tit sleppa.