Venjarin um hví Sullivan nú er so góður

Tað er ikki draktin, men heldur tað at Sullivan varð sjúkur í januar, og tey tí fingu møguleika at seta ferðina niður og venja teknikk. Hetta sigur venjarin hjá Eamon Sullivan um hví hann (Eamon 🙂 nú knappliga er so skjótur.

Her er ein góð video við Sullivan ísv hansara roynd at sláa met í 100 frí …

Veikleikarnir vóru at Sullivan brúkti ov nógva orku í byrjanini, og tí ikki so væl orkaði síðstu tøkini. Sullivan hevur nú frekvens á 52 tøk hvønn minutt í 100 frí, har frekvensurin fyrr var 56-57. Hann tekur tvey tøk færri fyrstu (50 metra) longd, og eitt minni heim aftur. Og nú skal hann so læra at bíða eitt sindur við firvaldabeinunum, og heldur hugsa um streamline til hann hevur røttu kroppsstøðu.

Lesið her á SwimNews.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.