Grugg um nýggju LZR Racer draktirnar

Sjálvur Jacco Verhaeren er nú í millum tey sum biðja FINA kanna nýggju Speedo LZR Racer svimjidraktirnar betur, til at tryggja fair play. Sum hann sigur, so ger svimjiheimurin rætt í at kanna fyri doping, men ger hinvegin ov lítið til at kanna klæði sum týðiligvís hava eina ávirkan á ferðina hjá svimjarum. Verhaeren er venjari hjá Pieter van der Hoogenband, sum átti metið í 100 frí nú áðrenn Bernard tók tað, men hinvegin eisini venjari hjá kvinnum í hálendsku stafettini, sum nú settu heimsmet í 4×100 frí. Øll 11 heimsmet í ár eru sett í hesari nýggju draktini.

FINA heldur fast um at draktin er lóglig, men ætlar tó so at møta umboðsfólki hjá Speedo í sambandi við HM í Manchester, til at umrøða eginleikar hjá draktini og tjúkdina av LZR klæðinum. Tí trupulleikin er sjálvsagt, at hóast summi fáa fyrimun av hesum draktum, so eru tað onnur í nú eru beinleiðis fyri vanbýti. Sum ein venjari hjá einum heimsmeistara sigur, so ‘er tað eingin ivi um at hendan draktin býtur heimin upp í tey sum hava og tey sum ikki hava, bæði vegna at hon ikki er tøk hjá teimum sum ikki kunnu brúka hana vegna sáttmálar við onnur, og vegna at summi ikki hava ráð til hana’. ‘Hon kostar $700-$800 krónur, og tað er einasti svimjari sum ikki kemur upp úr vatninum uttan at siga “wauw, eg havi ongantíð følt tað soleiðis fyrr”.’

($700-$800 eru umleið 3500-4000 krónur, væl at merkja ‘over there’. Hon kostar óivað meira her hjá okkum).

Og trupulleikin er sjálvsagt ikki bara millum heimsstjørnurnar, men eisini at tey sum akkurát ikki er nóg góð til at fáa eina sovorðna drakt, noyðast at kappast á úttøkustevnum og aðra staðni í útgerð sum nú yvirhøvur verður søgd at vera ikki nóg góð. Spurningurin er um ikki tann psykiski skaðin longu er hendur, líka mikið um draktin hevur fysiskar fyrimunir ella ei.

Lesið her á SwimNews. Til tey sum ikki vita tað, so staðfesta FINA reglurnar týðiliga, at eingin útgerð uttan svimjibrillur má nýtast, ið betrar um evnini hjá svimjarunum. Øll hendan umrøða av svimjidraktum er tí ein løgin samanrenning av at Speedo og onnur siga at draktin ger mun, samstundis sum at øll vita at hon ikki má gera tað.

SW 10.7 No swimmer shall be permitted to use or wear any device that may aid his speed, buoyancy or endurance during a competition (such as webbed gloves, flippers, fins, etc.). Goggles may be worn.
http://www.fina.org/project/index.php?option=com_content&task=view&id=45&Itemid=119

7 thoughts on “Grugg um nýggju LZR Racer draktirnar”

  1. “Fast svíði í”, sum tey siga her tá ið fólk vevja seg út í sovorðið. Reglurnar eru jú klokkuklárar, so talan hevur líka frá byrjan verið um annaðhvørt fupp ella snýt. At draktirnar ikki riggaðu, og fólk tí betala í dýrum dómum fyri tvæss. Ella at tær rigga, og fólk tí opinlýst snýta. Bæði førini eru líka ótiltalandi.

    Men tey svimja altso flott, Bernard og restin

  2. Ein av stjórunum í FINA, Cornel Marculsecu, heldur ikki at hesar draktir geva størri fyrimun enn hvat man kann vænta av nýggjari útgerð. Men hann viðgongur eisini at har eru trupulleikar við at tey flóta betur (“There are buoancy issues”), og at tey tí fara at fundast við Speedo um tjúkdina á draktini, í sambandi við HM í Manchester.

    ‘Nummar eitt prioritetur er at draktin skal vera tøk til ein og hvønn, í tí at hon verður lanserað. Hetta eiga framleiðararnir at tryggja, og hetta er eisini í reglunum’… ‘Tað er frálíkt at vit øll umrøða hesi viðurskifti, og tað gevur svimjingini meira umtalu. Men latum okkum vera realistisk um hvørja veruliga ávirkan draktin hevur fyri avrikið hjá einum svimjara. Sjálvsagt verða ting betri við tíðina. Soleiðis hevur tað altíð verið, men raðfestingin eigur at vera at einhvør uppfinning altíð skal vera tøk fyri ein og hvønn’.

    [Spurningurin er so sjálvsagt, um hendan nýggja uppfinning veruliga er tøk fyri ein og hvønn.]

    Lesið her á SwimNews.

  3. nú skrivar u at draktirnar kosta uml. 4000 i usa ella har onkustadni, men havi akkurat hugt inná svømmespecialisten har kanst tú bíleggja eina fyri 3100 kr ..

  4. Nú umrøða verkfrøðingarnir eisini nýggju draktina, og eg skilji knappliga konseptið betur (kanska tí at eg jú eri verkfrøðingur 🙂

    Tað sær út til at tey simpult hen klemma kroppin saman til eitt ávíst skap, samstundis sum tey royna at taka hædd fyri at vøddar, lungu og blóðrensl skal kunna arbeiða. Optimala skapið er funnið við at greina (analysera) rørslurnar á 400 toppsvimjarum, staðfesta øki við mestu mótstøðu, og so vælsagtans minka um hesi øki í tann mun sum tað letur seg gera.

    http://ing.dk/artikel/86606?rss

  5. eg haldi at øll hesi verdinsmetini vera sett akkurát líka sum tey vóru sett fyrr! tey svimja simpulten bara skjótari..!
    hví tekur ongin nakad MIchael Phelps met..?
    hann hevdi ikki sovrna drakt tá!!!!

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.