2 heimsmet afturat á EM

Hálendska Marleen Veldhuis hevur sett heimsmet í 50 frí við tíðini 24.09, har Inge de Bruijn átti gamla metið á 24.13, og italska Federica Pellegrini setti løtu seinni heimsmet í 400 frí við tíðini 4:01.53, har gamla metið hjá Laure Manaodou var 4:02.13. Lesið her og her á SwimInfo.

Her er kappingin í 50 frí

Og teir 400 frí

6 thoughts on “2 heimsmet afturat á EM”

  1. Pellegrini var í eini Arena svimjidrakt. So er tað ikki bara Speedo svimjidraktin sum ger munin 🙂

    (um enn onkur av hinum tíðindunum í dag eisini nevndu onkra mistonkiliga Arena drakt…

    The issue of thickness of some of the panels and strips on the suit has been a talking points at the European Championships, where some swimmers have been seen wearing two Arena R-Evolution suits in training for extra support.

    http://www.swimnews.com/News/displayStory.jhtml?action=get&id=5952)

  2. eg sjálvur havi altíd brúkt Speedo, tí mær dámar tad nógv betur enn Arena!
    men at øll hesi fólkini siga at uha, øll metini vera tikin tí at nýggjardraktir eru komnar! passar ta? har vil eg vera ein av teimum sum sigur at draktin er heilt sikkurt tann besta nakrantíd, men tad er ikki draktin sum setur verdinsmetini..!
    popov svam vid stórum hárid, svimjibuksum og einum brillum har bandid var umleid 3 cm kjúkt hehe:P
    metid í 100 frí hjá monnum av Pieter var sett 19.09.2000 í Sydney, so tad er ikki løgid at tad er tikid nú 8 ár aftaná!
    50 frí hjá kvinnum var sett av Inge De Bruijn 19.09.2000 Sydney, eisini 8 ár sídani, tad er heldur ikki løgid at tad er tikid nú 8ár aftaná!
    50 frí menn, Popov svam 21.64 tann 16.06.2000 Moscow, tad er bara forbetra 14 hundrapartar í 8 ár!
    mátti bara líka siga okkurt um hesar nýggju draktirnar, tí eg haldi at tær eru mega yvurvurderadar!
    BLA BLA:p

    1. …sum kom til mín nú knappliga, tá ið eg skuldi skriva um hetta nýggjasta metið hjá Stephanie Rice, var at hetta við draktunum kanska bara dekkar yvir nakað heilt annað (og nógv meira óhugnaligt). Nevniliga doping. Nei nei, tey eru sikkurt óivað yvirhøvur ikki dopað og alt hatta har, men tað er nú undarligt at tey knappliga kunnu hølva sovorðin met av, Speedo ella ei.

  3. Nú tosa tey her á SwimNews við ein marknaðarstjóra hjá Speedo, sum heldur at tað partvíst er tað langa gloppið frá HM í Apríl til OL í summar, sum viðførir metini nú (vanliga er HM um summarið), “But there is no doubt that the suit, and the cap, have helped”.

    The drag-reducing Aqua V-Cap has also been in the making for years. Natalie Coughlin and Jenny Thompson wore early versions over 4 years ago, but with a lot of tweaking and redesign, the cap too could be responsible for some of the fast times. Natalie Coughlin, Kirsty Coventry, Eamon Sullivan, Stephanie Rice as well as several other of the other recent world record setters all wore the cap.

    Legði gott nokk eisini til merkis, at Marleen Veldhuis í videoini omanfyri fyrst næstan beinan vegin letur seg úr eini svartari hettu (uppdagar á ca 2:10 í videoini at hon hevur sett met, og er úr hettuni á ca 2:11), og síðani úr eini appelsingulari. Hatta er sikkurt okkurt h**** sum strammar knokkin inn 🙂

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.