svimjing.com er eitt ár

Tann 1. mars 2008 hevði hendan heimasíðan verið á netinum í eitt ár, og typiskt eg so gloymdi eg tað. Her kemur tí ein seinkað frágreiðing um fyrsta árið…

svimjing_stat_1

Vit hava frá byrjan verið ómetaliga heppin við tilfari, vegna Elspu og Pál og Kára og Rhodos og NJM og føroyska svimjing sum heild. Frá 1. mars 2007 til 29. februar 2008 vórðu tilsamans 470 frásagnir, blogg postar og forum evni skrivað á heimasíðuni, og 759 viðmerkingar gjørdar til postarnar.

Best dámda tilfar var frásøgnin “Startlistin til FM klárur”, ið varð víst 796 ferðir, og síðani “UM 2007” og “Johan Martin Poulsen nýggjur høvuðsvenjari hjá Ægir”. Minst áhugaverda tilfar var yvirhøvur altjóða tíðindi, so sum “2 heimsmet afturat í Berlin” (1 vitjan). Hetta sigur rættiliga væl hvat lesararnir ynskja at hendan heimasíðan skal vera um 🙂

Onnur áhugaverd dáta, hetta fyrsta árið:

  • Síðan varð vitjan 36.616 ferðir, ella umleið 100 ferðir um dagin
  • Hvør vitjan umfataði umleið 2,93 síður, ið gevur eitt samlað tal á 107.275 ‘síðuvísingum’
  • Hvør vitjan tók í meðal 6 minuttir og 51 sekund, ella alt í alt umleið 4180 tímar. Tað eru umleið 11,5 tímar um dagin
  • Villasti dagur var 8. mai 2007, tá ið síðan fekk 272 vitjanir. Flestu síðuvísingar vóru 1573, tann 7. mai 2007
  • Hagtalsforritið sigur okkum, at av teimum nógvu vitjanunum vóru 4457 ‘absolutt eindømis vitjandi’. Tvs. tað er umleið talið av serstøkum brúkarum.
  • 87,81% av brúkarunum vitja aftur, meðan tey írestandi 12,19% bara vitja éina ferð (ella kanska vitja frá aðrari teldu hesa einu ferð)
  • Vitjanirnar eru komnar úr 52 londum, harav 32.233 vóru úr Føroyum, 2.408 úr Danmark, 533 úr Bretlandi, 427 úr Noregi og 125 úr Grikkalandi (tvs. Rhodos 🙂
  • 66,42% finna beinleiðis á síðuna, meðan 21.15% koma serliga frá flot.info og knassi.net (les: susvim). 12,43% koma fra leitimaskinum sum Google
  • Fólk leitaðu serliga eftir ægir, føroyar og svimjing

Sum heild er nýtslan so líðandi (spakuliga) vaksin frá einaferð miðjan oktober, soleiðis at tað í til dømis í januar og februar vóru umleið 125 vitjanir (254 síðuvísingar) um dagin, og her í mars umleið 177 vitjanir (613 síðuvísingar) hvønn dag. Tað er tó enn ógvuliga langt eftir til at sláa sportal.fo, ið hevði 16.080 vitjanir (38.528 síðuvitjanir) bara í síðstu viku.

svimjing_stat_2

Um vit hyggja at hvat eg skrivaði í fyrsta posti tann 1. mars 2007, um ætlanirnar við heimasíðuni, so er tað gingið hampuliga eftir vild. Ottar, Bartal og eg vildu skapa eina heimasíðu sum ikki var knýtt at einum ávísum felag (ella fyri tann skyld at svimjisambandinum), og tað haldi eg gekk heilt hampuliga væl. Hon skuldi “styrkja um áhugan hjá fjølmiðlum og føroyingum sum heild”, og tað hevur serliga Pál hjálpt okkum við.

Hin vegin gekk tað ikki heilt so væl at sleppa undan roki. Vit løgdu út við at eisini ikki-skrásett skuldu kunna gera viðmerkingar, men rendu okkum í at summir skrásettir so vórðu ófantaliga álopnir av ónevndum vitjandi. Tað helt eg vera eitt rættiliga óreint ímóti teimum sum vildu leggja navn til, og valdi tí at avmarka rættindini til at einans skrásettir brúkarar kundu viðmerkja. Og tað hjálpti so eitt sindur.

Vit løgdu út við trimum sløgum av postum (frásagnir, bloggupostar og forum evni), men í dag hevði eg nokk bara byrjað við éinum slag. Haldi ikki at nakar ordiliga leggur til merkis at munur er á sløgunum, og tað er kanska bara gott. Tað sum hevur verið serliga hugaligt, er at fólk beinanvegin byrjaðu at hjálpa til við at skriva postar og at gera viðmerkingar, og at tað hevur hildið á líka til nú.

Eg lovaði myndasavn og teldupostlistar, men tað kemur at bíða eitt sindur afturat. Tey sum smíða heimasíðuskipanina, lova betri myndahandfaring (og ‘WYSIWYG’ editor) um umleið eitt ár; og hitt við teldupostlistum varð roynt og uppgivið aftur, tí at eingin brúkti teir. Viðvíkjandi myndum og video, so gongur tað jú eisini bara hampuliga fínt at brúka Flickr og YouTube.

Og hvat bjóðar so framtíðin? Well, fyrst og fremst eitt hendingaríkt svimjiár. EM og HM, FM, EJM og OL. Kanska ein føroyskan evropameistara. Heilt víst nógv meira video, og sikkurt eisini meira áhugaverdar stevnur, síðani hesa í Klaksvík farna vikuskifti. Eg havi onkrar hemmiligar planir til heimasíðuna, so sum at lata upp fyri ‘bókamótulinum’, sum fer at loyva okkum at samstarva um at skriva handbøkur. Tað kundi verið leiðbeiningar til heimasíðuna, ella til svimjing og svimjileiðslu.

Har var eisini ymiskt á gomlu FLOT heimasíðuni, sum eg kundi hugsað mær at fáa í lag aftur her (ella aðra staðni). Rúni og eg arbeiða í loyndum við at skapa ein ‘hugskotsgrunn’ aftur, so at meira óroyndir venjarar kunnu finna inspiratión til sínar venjingar. Eg sakni konstant ein dátugrunn við øllum tíðum hjá føroyskum svimjarum, men her er www.swimrankings.net kanska rættasta loysnin, ella okkurt frá WinGrodan fólkunum. Offisiellir metlistar og úttøkutíðir hoyra heima á www.ssf.fo.

Tit mugu endiliga viðmerkja her, ella kontakta meg á annan hátt, um tað er annað sum tit halda eigur at vera á heimasíðuni. Ella tit hava hug til at skifta orð um hvussu vítt eg eri ov bleytur ella harður, tá ið tað kemur til at strika viðmerkingar. Ella tað er okkurt annað sum tit vilja skifta orð um.

Við takk fyri farna svimjiár, og bestu vónir um eitt hendingaríkt komandi

Rókur

Ger viðmerking