Broytingar í svimjireglunum hjá SSF

Fylgjandi tíðindi eru nú at lesa á www.ssf.fo: Svimjinevndin hevur saman við starvsnevndini á fundi 17. mars 2008 samtykt dagførdar svimjireglur. Dagførdu svimjireglurnar liggja her á heimasíðuni, og koma í gildi í dag 20. mars 2008.

Viðfestar eru gomlu og nýggju reglurnar, umframt at eg stutt listi upp tær broytingar sum eru gjørdar.

Grein 2 er broytt frá

Góðkenning av kappingini
Svimjinevndin skal góðkenna allar kappingar, kappingarskráir og yvirdómarar. Hevur svimjinevndin ikki góðkent eina kapping, kunnu svimjarar ikki seta met til hesa kapping, eins og tí­ðirnar ikki kunnu nýtast sum tilmeldingartí­ðir til aðrar svimjikappingar. Svimjinevndin skal góðkenna kappingina áðrenn innbjóðing verður send út.

til

Góðkenning av stevnuni
Svimjinevndin skal:
a) góðkenna allar stevnur og kappingargreinar, áðrenn innbjóðingin verður send út
b) útnevna yvirdómaran, um stevnan er í einum 25 metra hyli
Dómarar og hjálparfólk annars skulu vera frá minst 2 feløgum.
Er stevnan ikki góðkend av svimjinevndini, kunnu svimjarar ikki seta met á hesi stevnu, eins og tíðirnar ikki kunnu nýtast sum tilmeldingartíðir til aðrar svimjistevnur.

Grein 3 er broytt frá

Innbjóðing
Innbjóðing við fullfíggjaðari skrá skal verða send út í seinasta lagið 4 vikur frammanundan fyrsta kappingardegi. Umframt felagið, ið bjóðar til kapping, skal í­ minsta lagið eitt annað felag luttaka.

til

Innbjóðing
Innbjóðing við fullfí­ggjaðari skrá skal verða send út í seinasta lagi 2 vikur áðrenn fyrsta stevnudag. Umframt felagið, ið bjóðar til stevnu, skal í­ minsta lagi eitt annað felag luttaka.

Grein 5 hevur fingið fylgjandi ískoyti

c) Kapping kann ikki byrja aftaná kl. 22.00.

Hartil eru heitini yvirhøvur broytt frá “svimjikapping” til “svimjistevnu”, sambært einum viðmæli sum Sørin S. Djurhuus kom við á sinni. Ein “kapping” er sostatt t.d. “50 frí”, meðan ein “stevna” er t.d. “Klaksvík National 2008”.

Og so eru onkrar prentvillur broyttar eisini.

Ger viðmerking