Nýtt heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum

Hálendsku Inge Dekker, Ranomi Kormowidjojo, Femke Heemskerk og Marleen Veldhuis hava við tíðini 3:33.62 sett nýtt langbana heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum, á evropameistarastevnuni í Eindhoven í gjár. Hetta var ein betring uppá næstan 2 sekund, í mun til gamla metið á 3:35.22 frá 2006, sum týskarar áttu. Lesið her á SwimInfo.

Eg havi ikki funnið nakra videobrot enn av hálendsku gentunum, men her er Stefan Nystrand eftir at svensku mennirnir vunnu gull í somu grein:

OK, nú (20. mars) havi eg funnið eina italska video. Fantastiska flott

3 thoughts on “Nýtt heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum”

  1. Sum onkur sigur á TimedFinals

    Is anyone on here over at Europeans? Wazzup w/ Hoogie?? 1:49.99 in the 200; didn’t even make it into semis. Sick??

    Hetta hevur so verið í 200 frí innleiðandi. Kanska tey fokusera longri fram, men hatta er einki serligt á heimabana.

    Lars Frölander náddi eisini akkurát ikki við í 50 firvald (men ok, hann eer eisini gamalur. 74’ari :-).
    http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2008/eindhoven2008/C74A_ResSummary_207_Semifinals_Men_50_Fly.pdf

Ger viðmerking