Meira sensurur á svimjing.com

Óókey, eg havi tikið ein post av heimasíðuni afturat, og fólk verða sikkurt bæði ill og glað um tað. Eg haldi bara at hatta kjakið er ov tungt at taka alment beint nú, tá ið vit skuldu til at endurbyggja arbeiðið runt landsliðini og annað. Vit eru endiliga í eini uppgangstíð aftur, so latið vinaliga ikki eitt kjak um nakrar tilmeldingar sáa split í svimjingina. Í øllum førum ikki á hesari heimasíðuni.

Eg eri annars við uppá at vit taka hatta kjakið upp á góðan gamlan manér, sum ein ávísur klaksvíkingur viðmælti á sinni. Øll inn í eitt rúm, og so skeldast so tað brakar, til vit finna eina loysn. Føroyska svimjingin er ein familja, og tað er tí at vit klandrast so. Tí vit leggja nakað í tað. Eg haldi at øll hesi fólkini sum klandrast beint nú, eru ov virðismikil til at skumpa frá sær.

Ja, eg kasti við gróti í mínum glashúsi, tað veit eg væl. Men akkurát í hesum føri eri eg á báðum síðum, og tí haldi eg at tað er mín túrur at royna 🙂

Annars, bara so tit vita tað, so viðføra hesi hendingar, har eg steðgi einum orðaskifti, næstan altíð við at eg fái skeld frá báðum síðum. Fyri at steðga tí, og fyri ikki at hava steðgað tí nóg tíðliga. Tað er einki skeg. So er tað at eg hugsi at tað er ikki tað vert, at eg skuldi bara lokað heilt fyri viðmerkingum; men tað er heldur einki skeg.

Vit høvdu eina góða viku í farnu viku.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.