Tíðindaskriv frá Ægir

Svimjikappingin ´Klaksvík National 2008´ fór sera væl eydnað aftur um bak og tað fyrsta, sum varð sligið fast, eftir at ´lok´ varð lagt á… varð at HON VERÐUR AFTUR.

Bill.314

Nógv orka varð løgd í at fyriskipa eina stórsligna og áskoðaravinarliga svimjikapping leygardagin. Við innleiðandi umfari og eini finalu merkta av ljós- og dj-showi, inn-marchi, setan, replay á stórskíggja og øðrum, var ein yvirhøvur spentur uppá, um hetta kundi lata seg gera í okkara smáu korum, men nú verður sæð fram ímóti at gera kappingina enn størri til næstu ferð og við størri breidd av kappingum… evt. eisini til at kalla hana INTER-nationala.

Kappingin varð býtt upp í tríggjar aldursbólkar fyrst at kappast innleiðandi um finaluplássini og síðan um heiðursmerkjaplássini seinni út á kvøldið. Vinningarnir hesaferð vóru eitt sindur øðrvísi, enn vit áður hava verið von við. Gávukekkar og -kort vóru latin, umframt heiðursmerkir og steyp.

Svimjikappingin varð merkt av, at einans varð svomið á teimum fýra 50 metrunum, firvalda-, rygg-, bringu- og frísvimjing, umframt liðsvimjingini. Longu í innleiðandi umfarinum sóust fleiri av svimjarunum burturúr og at hava gjørt tað gott til venjing uppá tað seinasta.

Seks svimjifeløg luttóku til kappingina, har Fuglafjarðar svimjifelag gjørdist suvereni vinnarin við heili 17 fyrsta plássum. Jóhann Heðinson, sum áður er tikin uppá tunguna, gjørdi tað gott fyri fuglfirðingarnar enn einaferð og týðiliga sæst, at hann hevur framtíðina fyri sær. Hildur á Fløtti gjørdi eisini sín part fyri felagið og gjørdist hon, saman við Biritu Debes úr Flot, mest vinnandi svimjari hjá gentum.

Pauli Ø. Mohr, FS, hevur havt stóra framgongd í síni roynd eftir føroyska metininum í 50 m. frí. Til HS-stevnuna fyri stuttari tíð síðan, svam hann eina framúr góða tíð á 0.24.08 og vóru øll serliga spent leygardagin, hvat hann fór at finna uppá at gera við hetta. Kristian Olsen, met-havari, sum ikki hevur verið við í svimjing síðan oyggjaleikirnar í fjørð summar, vildi ikki óavbjóðað standa til og stillaði tí upp fyri Ægir í somu grein. Hetta gjørdist ein sera spennandi kapping. Lið um lið, har eingin munur sást á kappingarneytunum, komu teir á mál við júst somu tíð…0.24.64 og sluppu á deila fyrsta plássið ímillum sín.

Ein sera væleydnað og góð kapping, sum øll vórðu væl nøgd við. Skjótastu svimjararnir í Føroyum samlaðir at gera sítt til fyri spenning, avbjóðing og vinarliga.

Heiðursmerkjabýtið

Felag Gull Silvur Bronsa
FS 17 10 9
HS 4 5 3
Ægir 3 6 4
FLOT 3 3 3
Reki 2 3 2
Skeggjar 1
Tilsamans 29 27 22
Svimjari, felag (bólkur) Gull Silvur Bronsa
Jóhann Heðinsson, FS (B3) 3 1
Birita Debes, FLOT (B3) 3
Hildur Á Fløtti, FS (B4) 3
Karina Petersen, FS (Opin) 2 1 1
Pauli Ø. Mohr, FS (B5) 2 1 1
Heðin L Olsen, Reki (B4) 2 1
Magnus Jákupsson, HS (B4) 2 1
Fs, FS (Opin) 2
Alvi Hjelm, Ægir (B3) 1 3
Poula Mohr, FS (B3) 1 3
Bjørg Seloy, HS (B5) 1 1 1
Kári J. Á Høvdanum, FS (Opin) 1 1 1
Monika Biskopstø, Ægir (B4) 1 1 1
David Simonsen, FS (Opin) 1 1
Guðrun Holm Jacobsen, HS (B5) 1 1
Fs Kvinnur B3, FS (B3) 1
Fs Kvinnur B4, FS (B4) 1
Kristian Olsen, Ægir (Opin) 1
Turið S Christiansen, Reki (B3) 1 2
Astrid Foldarskarð, FLOT (B4) 1 1
Kirstin S Rasmussen, FS (Opin) 1 1
Kjartan Petersen, FLOT (B4) 1 1
Ægir, Ægir (B3) 1
Ægir, Ægir (B4) 1
Annika Petersen, FS (B4) 1
Flot1, FLOT (B3) 1
Hjarnar Tórðarson, HS (B4) 1
Kristina Eliasen, HS (B4) 1
Reki Supergirls, Reki (B3) 1
John Viljam Johannesen, Ægir (B3) 3
Jóhanna Egholm, FS (B3) 2
Hjørtur Á Fløtti, FS (B4) 1
Jónfríð Hansen, FS (B4) 1
Kári Skála, HS (B4) 1
Kristian Joensen, FLOT (B5) 1
Ólavur S. Petersen, HS (B5) 1
Tróndur Á Høvdanum, Skeggjar (B3) 1
Una Egholm, FS (B4) 1
Tilsamans 29 27 22

2 thoughts on “Tíðindaskriv frá Ægir”

  1. Tað er ótrúliga stuttligt at síggja, at okkurt serligt verður gjørt fyri føroyskar svimjarar! Tað hevur heilt sikkurt verið ein mangul-vøra í føroyskari svimjing! Vónandi eru tað fleiri feløg, sum fara at skipa fyri tílíkum tiltøkum!

  2. hevdi ynskt ótrúligani nógv at verdi har heima til hesa kappinga sum hevur verdi um vikuskifti, sær út til, eftir myndunum at døma, at tad hevur verdi ein fantastiskur dagur fyri svimjarnar, vil eisini takka rókur fyri allar myndirnar hann hevur lagt a neti, hetta setir meg ordiligani i gongd i at venja her nirri, og eri rættiligani spentur til at koma heim aftur at venja vid tykkum i Ægir, ikki minst at hoyra allar tær fúlu søgunar hja Jóhan Martin;)..

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.