Klaksvík National 2008 var so sannliga eitt stórt upplivilsi. Alt tað vanliga var upp á pláss, og hartil bjóðaði Klaksvíkar Býrað til døgverða, vit hoyrdu Jógvan við Keldu fortelja frá svimjing í Klaksvík upp í gjøgnum søguna, og finaluparturin varð tað heilt stóra gallashowið. Ljós og ljóð, og replay í slow motion á stórskíggja. Ókeypis frukt og gávukort og steyp til svimjarar.
Eg skal fara at skriva meira, telja upp heiðursmerkja og vísa til allar tær myndir og videoir sum eg havi frá stevnuni; men beint nú mugu tit noyðast við úrslitalista og RE-fílu (viðfest).
| Viðfesti | Stødd |
|---|---|
| klaksvik-national-2008-urslitalisti.txt | 57.53 KB |
| klaksvik-national-2008-urslitalisti.html | 322.38 KB |
| RE080315.txt | 30.08 KB |
Viðmerkingar
1000 takk
Takk fyri Ægir, Klaksvíkar Býráð og Klaksvíkar Svimjihøll, hetta var eitt veldugt upplivilsi. Eg kann ikki annað enn vóna at tit endurtaka succés'ina einaferð seinni.
Takk ægir .
Ein sera góð, og spennandi kapping, ja ægir, tað ednaðist bara super væl , sera profesionel og vælskipa kapping, við einari super finalu um kvøldi við flottum ljósi og ljóði , SERA FLOTT ÆGIR OG VIT TAKKA FYRI EIN HUGNALIGAN OG SPENNANDI DAG Í SVIMJIHØLLINI Í KLÁKSVÍK ..