Stórsligin Ægir stevna

Klaksvík National 2008 var so sannliga eitt stórt upplivilsi. Alt tað vanliga var upp á pláss, og hartil bjóðaði Klaksvíkar Býrað til døgverða, vit hoyrdu Jógvan við Keldu fortelja frá svimjing í Klaksvík upp í gjøgnum søguna, og finaluparturin varð tað heilt stóra gallashowið. Ljós og ljóð, og replay í slow motion á stórskíggja. Ókeypis frukt og gávukort og steyp til svimjarar.

DSC_0198

Eg skal fara at skriva meira, telja upp heiðursmerkja og vísa til allar tær myndir og videoir sum eg havi frá stevnuni; men beint nú mugu tit noyðast við úrslitalista og RE-fílu (viðfest).

2 thoughts on “Stórsligin Ægir stevna”

  1. Takk fyri Ægir, Klaksvíkar Býráð og Klaksvíkar Svimjihøll, hetta var eitt veldugt upplivilsi. Eg kann ikki annað enn vóna at tit endurtaka succés’ina einaferð seinni.

  2. Ein sera góð, og spennandi kapping, ja ægir, tað ednaðist bara super væl , sera profesionel og vælskipa kapping, við einari super finalu um kvøldi við flottum ljósi og ljóði , SERA FLOTT ÆGIR OG VIT TAKKA FYRI EIN HUGNALIGAN OG SPENNANDI DAG Í SVIMJIHØLLINI Í KLÁKSVÍK ..

Ger viðmerking